Tórbjørn Jacobsen tekur farloyvi

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, ið skal niður á Fólkating í næstum, sigur, at væntandi fer hann í farloyvi ta tíðina hann er niðri í Danmark.

 

– Tað fyrsta vit skulu fáa frá hondini er fíggjarætlanina, og tí arbeiðnum er borgarstjórin ein stórur partur av vegna sín sess sum formaður í fíggjarnevndini. Tað fáa vit væntandi avgreitt í næstu viku, og so skal fíggjarætlanin góðkennast á næsta býráðsfundi, sum verður seinasta hósdag í oktober, sigur Tórbjørn Jacobsen.

 

Tá fíggjarætlanin er fingin frá hondini er sannlíkt, at varaborgarstjórn, Helgi L. Petersen, fer at røkja sessin sum borgarstjóri. Tórbjørn Jacobsen sigur, at í núverandi støðu sær tað út til, at hann fer í farloyvi úr borgarstjórasessinum.

 

Tað fyrsta, ið tó skal avgreiðast er, at býráðið skal taka undir við at Tórbjørn Jacobsen fer á Fólkating.

 

– Einasta førdømi vit hava í kommununi er, tá Magnus Rasmussen bleiv valdur inn á løgting. Hann fekk einmalt samtykt loyvi at sita fram til árskiftið, so eg vænti ikki, at hetta verður øðrvísi, sigur Tórbjørn Jacobsen.