7. juli fer Tórbjørn Mikkelsen til móttøku hjá hennara hátign Margrethu drotning at takka henni fyri sýnda heiðurin. Tórbjørn Mikkelsen hevði 50 ára starvsdag tann 1. apríl í ár. Hann byrjaði sum skrivstovunæmingur á Færøernes Oppebørselskontor (nú Føroya Gjaldstovu) tann 1. apríl 1953, og starvaðist á Gjaldstovuni til 1987, tá ið hann bleiv varastjóri á Føroya Tollstovu. Í 1993 tá ið Føroya Tollstova og Líkningarráð Føroya blivu løgd saman, gjørdist Tórsbjørn fyrst varastjóri og síðani stjóri á Toll- og Skattstovu Føroya. Gjøgnum hesi 50 árini hevur Tórbjørn Mikkelsen verið við í sera nógvum arbeiði, ið hevur verið við til at menna stovnin. T.d. var hann við í bólkinum, ið fyrireikaði nýggja tolllóg og vøruskrá. Eisini hevur hann verið við til at menna tollkredittin, ið nú er við at blíva automatiseraður við nýggju eToll-skipanini. Tórbjørn Mikkelsen er við í felagsnevndini, ið arbeiðir við at menna samstarvið millum Føroyar og ES. Tórbjørn Mikkelsen er føddur tann 3. juni 1936. Hann er giftur við Eyðbjørg og tey hava tvey børn, Brynhild og Regin.