Tórbjørn talar í Fámjin

Í dag er 25. apríl og dagurin, tá ið tað kring landið alt eru flaggdagshald.

Tað verður Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi løgtingsmaður og núverandi næstformaður í Runavíkar kommunu og havnameistari í Runavíkar havn, sum fer at røða, tá ið teir í Fámjin klokkan 14.30 í dag heiðra Merkinum.

Kommunan skipar fyri, og Tvøroyrar hornorkestur fer at spæla. Eftir flaggdagshaldið bjóðar kommunan til kaffi í Vesturhøll.

Tað er í kirkjuni í Fámjin at fyrsta føroyska flaggið hongur. Har hongur tað, tí tað var fámjiningurin Jens Olivur Lisberg, sum var drívmegin í at fáa eitt føroyskt flagg. Hetta sambært tí, sum Pauli Dahl, fyrrverandi yvirlækni í síni tíð segði í samrøðu við Niels Juel Arge fyrrverandi útvarpsstjóra.

Í flaggsøguni hjá Niels Juel Arge verður greitt soleiðis frá um lívið millum útisetar, tá ið Merkið varð evnað til í 1919:

Í herberginum hjá Jens Olivuri Lisberg og Thomas Paula Dahl í Store Kongensgade fóru fram samráðingar um, hvussu eitt føroyskt tjóðflagg átti at vera í skapi og litum.

Ninna Jacobsen úr Havn, sum var stødd niðri tey árini, seymaði eitt borðflagg eftir uppskotinum, og hevur hon hetta borðflaggið enn í varðveitslu. Nú varð farið við hesum uppskoti til eina flaggverksmiðju at fáa gjørt eitt borðflagg til hvønn.

Louis Zachariasen bar hesi fløgg fram fyri føroyingar á føstugangsveitsluni í Føroyingafelag 2. mars 1919, og 11. mars sama ár varð flaggið einmælt góðkent í studentafelagnum.

Jens Olivur fór nú aftur á Nordisk Fane- og Flagfabrik og fekk teir at gera eitt stórt flagg. Janus Øssurson var við honum, tá ið hann var eftir flagginum. Teir fóru í herbergið hjá Emil Joensen á Garði og stungu tað út av vindeyganum. Har veittraði merkið fyri fyrstu ferð undir víðum lofti.

Tað er hetta Merkið, sum nú hongur í kirkjuni í Fámjin, har Tórbjørn Jacobsen í dag fer at røða.

At flaggdagurin er 25. apríl kemst av, at tað var henda dagin í 1940, at flaggið varð viðurkent. Niels Juel Arge greiðir soleiðis frá: ..tað var liðið langt út á kvøldið, tá ið spurningurin varð loystur av enska herskipayvirvaldinum, sum um BBC læt boða frá á øllum høvuðsmálum, at føroysk skip sigla undir føroyskum flaggi, sum sær so og so út. Í Havn og um alt landið vórðu hesi tíðindi stórliga fagnað. Amtmaðurin var gingin við til at lata hetta kunngera í Føroyum.