Faroe Petroleum eigur 30% av loyvunum í teimum báðum brunnunum, har Mærsk átti resterandi 70 prosentini. Danska felagið var eisini fyristøðufelag.
Brunnurin er tann fyrsti, sum er boraður á loyvinum, og borað varð niður á 4.183 metrar. T-Rex var høvuðsleitimiðið, og olja varð funnin, men oljuberandi fláirnar vóru tynri enn mett var, og tí varð avgerð tikin um ikki at royndarframleiða, verður sagt.
Á Bolan leitimiðinum, sum liggur hægri, var olja eisini funnin. Fleiri kanningar vórðu gjørdar á báðum fundunum.
Faroe Petroleum sigur, at T-Rex og Bolan liggja nær við Smørbukk framleiðslueindina, har Statoil er fyristøðufelag. Bæði T-Rex og Bolan fundini fevna møguliga um eitt støtti øki á leitiloyvinum PL431, og fleiri kanningar skulu gerast, áðrenn avgerð verður tikin um eina nýggja verkætlan.
Sjálvt um olja varð funnin í T-Rex og Bolan brunnunum, var tað eitt vónbrot, at hon ikki var í rakstrarverdum nøgdum. Boringin gevur tó týðandi vitan um økið soleiðis, at framhaldandi kanningar kunnu gerast á Halten Terrace økinum, har Faroe Petroleum hevur nógv loyvi.
Felagið heldur fram við síni boriætlan fyri 2012, og verður North Uist, vestanfyri Hetland, næsti brunnur sum skal borast. Faroe Petroleum eigur 6.25%. Síðani verður Clapton boraður í Noregi, har felagið eigur 40% og er fyristøðufelag. Seinasti brunnurin, sum verður boraður í ár, er Cooper á norskum øki, har Faroe Petroleum eigur 30%.