Tórgarð: Tann stóri byggimeistarin

Tórgarð er eitt sera kent navn í Føroyum innan ymisk øki. Í dag er tað serliga innan mentan, men tann upprunaligi Tórgarð var kendur sum byggimeistari og arkitektur

Hans Christoffer Wenningsted Tór­garð var føddur í 1885. Hann vaks upp á Tórgarði. Pápin var fiskimaður, og tey livdu av út­róðri og jarðarbrúki á stóru Tór­garðs­trøðni. Sum ungur drongur fór Hans í timburlæru hjá Dia í Óla­stovu, sum var pápi Kristian Djur­huus, ið seinni gjørdist løgmaður. Hetta kann hava gjørt sítt til, at Tórgarð seinni gjørdist virkin sambandsmaður bæði á løgtingi og í býráði.
Í 1907-08 var hann á háskúlanum í Vallekilde, har hann stóð sveina­roynd­ina. Síðani var hann í meist­ara­læru á Falster og arbeiddi síðan eina tíð hjá einum donskum arki­tekti. Umleið 1910 kom hann aftur til Føroya at virka sum helst fyrsti arkitektur í Føroyum.
Hansara fyrstu tekningar kunnu tíðarfestast til 1909 og tær seinastu til 1957, árið hann doyði. Talið av skrásettum tekningum hjá Tórgarð eru ikki færri enn 1.392.
Tórgarð framdi nógv og torfør stórverk. Óivað størsta og mest krevjandi uppgáva hansara var Dr. Alexandrines Hospital, sum varð bygt árini 1921-1924.

Minningarorð í Dimmalætting
Hósmorgunin varð H.C.W. Tórgarð arkitektur heimkallaður aftaná drúgva sjúkralegu, 71 ára gamal. Longu á ungum árum, tá ið hann var í timburlæru, sýndi hann sjáld­samar sjálvstøðugar gávur. Hann var eins títtur í hondunum til at tekna sum at smíða, og hartil hevði hann ríkan listarans, sum helst hevði ført til nógv meira, høvdu ráðini verið til tað.
Tann stóra røringin, sum íbirtist í tíðini um 1906 og helt á árini aftaná fleyt mest sum bara omaná. Men unglingar vóru ímillum, sum í staðin fyri at gerast vónbrotnir av øllum tí tóma málageipi, tóku seg saman og bendu tað besta í rør­ingini at praktiskum virki. Millum hesar var Hans á Tórgarði, sum hann vanliga var róptur í Havn. Saman við samhugaðum ungum, til dømis tí serhegnisliga Magnus á Kamarinum, stovnaði Hans fyrsta vetrarskeið í tekning.
Undirvísingin í hesum skeiði, sum var fyrsti kvøldskúli í Føroyum, kom at roynast ungum føroyskum handverkarum til stóra hjálp seinni í tíðini. Men um somu tíð búnaðust teir ungu sjálvbodnu lærarar eisini munandi í kynstrinum í Føroyum, sum alla staðni vuksu í stórum fólks krøv til betur hóskandi hús enn tey, sum forfedrarnir bygdu.
Men Hans sá tað vakra og til náttúrina samtykkiliga í tí gamla byggingarlagnum. Hann setti sær fyri at skipa ein arkitektur, sum bæði kom teimum nýggju nútíðar­krøvunum á møti og fasthelt sam­bandið við gamalt byggingarlag. Hann gav í hesum sambandi út bókina “Føroysk hús”.
Hann hevði altíð ans fyri al­mennum viðurskiftum. Hann var ikki bert virksamur innan býráðið í føðibýi sínum, har hann, nú hann doyði, sat í teirri teknisku nevndini. Hann var býráðslimur í 21 ár. Hann var eisini eitt stutt áramál (1918-1924) limur av Føroya Løgtingi vald­ur av Sambandsflokkinum í teirri tíðini hesin flokkur var mentur at seta tveir umboðsmenn inn á ting í Suðurstreym.
Hóast lagnan royndist honum tung, tyngri enn mongum øðrum, átti Hans kortini lívstreysti sum fáur. Og íðin var hann allar dagar, antin streymurin rak við ella andstroymt var. Sjálvt nú, hann visti, at dagar hansara vóru taldir, gav hann seg ikki undir kostirnar, men var ótolin at koma fram aftur fyri at halda fram við stórarbeiðum, ið vóru í gongd ella stóðu fyri at skula gerast.
H.C.W. Tórgarð var íðið og ágrýtið fólk, og tað gevur ikki bara vinir í lívinum. Men eingin er hann, sum ikki við deyðsboðunum av honum kennir á sær, at við honum fór eitt sindur av tí sermerkta við tí gomlu Havnini í grøvina.
Og tað nítir.

Georg L.Samuelsen

Dagblaðið skrivaði
Hóast tað ikki kom óvæntað, kend­ist tað sárt, tá deyðsboðini av H.C.W. Tórgarð arkitekti frættust mánadagin, og fløggini vórðu drigin á hálva stong.
71 ár verður ikki hildin at vera høgur aldur nú á døgum, og Tórgarð var hartil so virkisfúsur og livandi av sinnalag, at ein neyvan hugsaði um aldur í samband við hann.
Við teirri fjølbroyttu vitan og kunnleika Tórgarð hevði til fyri­reikan og stjórnan av arbeiðs­fyri­tøk­um av ymiskum slag, var tað bert náttúr­ligt, at eisini hitt almenna í mong ár gjørdi nýtslu av hansara ótroyttandi arbeiðsmegi.
Sum menniskja var Tórgarð ein hollur vinur hjá teimum, sum høvdu ta eydnu at læra hann at kenna. Vinsælur vitugur og skemt­ingarsamur dugdi hann at seta dám á eina samrøðu, og hóast hann altíð hevði “sine meningers mod”, átti hann hetta ríka og fatandi lyndi, sum gjørdi løtur saman við honum eins og sólglottar, ið ein fegin vil minnast aftur á.

Ættin
H.C.W. Tórgarð giftist við Valborg Eide í Verkstað í Nólsoy, f. 18.10. 1888. Hon doyði bert 39 ára gomul tann 26.10. 1927.
Børnini vóru:
Jens (1920-2007). Búði og giftist í Danmark við Karen Johanne Simonsen. Tey fingu 3 børn.
Axel (1923-2011). Kendur sum prestur, skald og sum fyrsti stjóri í útvarpinum. Giftist við Margrethu Danielsen úr Miðvági. Tey fingu 3 børn.
Poul Andreas Eide (1923-1970.) Hann var tvíburabróður Axel. Vaks upp hjá mostir síni Mariu Eide. Var kendur sum ein framúr kvøðari. Giftist við Hjørdis Thomsen av Geilabø í Norðragøtu. Tey doyði bæði í besta aldri. Tey áttu 2 børn.
Martin f. 1925. Er eisini kendur sum ein framúr kvøðari og hevur fingið fleiri virðislønir fyri tað. Giftist við Signhild Jacobsen úr Nólsoy. Tey fingu seks børn.
Hansemann (1927-1994). Var hand­­ils­maður og undan­gongu­mað­ur at geva út plátur við føroyskum tónleiki. Giftist við Onnu Elisabeth Poulsen úr Øravík. Tey fingu ein son.
Elinborg (1917-2001). Var gift við prestinum Salomon Joensen. Tey fingu 3 børn.
Anna (1918-2008). Giftist við Arna Brattaberg í Vági. Tey fingu seks børn.
Egon Hansen skrivar í síni Nóls­­oyarsøgu, at eitt eyðkenni fyri fleiri í Eideættini er listarligar gávur innan sang, kvøðing og frá­søgu­­kynstur. Tað tykist, sum hetta ser­liga kemur til sjóndar í Tórgarðs­ættini. Mangt bendir á, at hetta fyri ein part er arvur av Lambamýri í Nólsoy.