Klaksvík:
Í hesum døgum er nógv virksemi við nýggja íbúðarvegin undir Grashjalla í Klaksvík. Tað fyrsta húsið verður reist fyrsta dagin, og eitt annað er eisini komið væl ávegis.
Tað er væl skilligt, at nógv ynskja at búgva við nýggja íbúðarvegin. Útsýnið er einastandandi gott og nakað heilt serligt. Ein sær yvir allan býin og yvir á Syðradal og Húsar á Kalsoynni.
Serliga tá sólin setur kann tað verða avbera flott at síggja yvir á Nestindarnar á Kalsoynni. Tað hoyrist millum annað aftur í Klaksvíkssanginum, har Bernhard Brim yrkir: » ...tá ið roðin um Nestindar fer, og hvørt fjall eins og reyðarfjall skínur, ert tú paradís mítt her í verð«. Og líka so flott kann sama útsýnið verða ein vakran vetrardag.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at bíðilistin eftir grundstykkjum í býnum er sera langur, og um hugsað verður um, at øll 24 grundstykkini undir Grashjalla vórðu seld eftir stuttari tíð, so kann annað ikki sigast enn, at eftirspurningurin eftir grundstykkjum er sera stórur.
Útstykkingin undir Grashjalla er tó ikki liðug enn. Borgarstjórin sigur, at 14 grundstykki afturat verða útboðin í nærmastu framtíð. Hann sigur, at aðrar ætlanir eru í býnum, sum kunnu loysa bústaðartrupulleikan. Millum annað er ein alternativ útbjóðing av eini privatari íbúðarverkætlan í umbúnað, og kommunan er í samráðingum við ein av útbjóðarunum.
Steinbjørn Jacobsen leggur afturat, at tað eru eini 80 ella 90 privat grundstykkir í býnum, sum kommunan ikki bara soleiðis uttan víðari kann fáa hendur á. Grundstykkini undir Grashjalla eru millum 400 og 500 fermetrar til støddar og kosta byggibúgvin millum 180.000 og 200.000 krónur.