Tóroddur fær arbeiðsfrið

Toroddur Poulsen, høvundur, hevur fingið arbeiðsstuðul frá Statens Kunstfond. Hann fær sostatt arbeiðsfrið og 240.000 krónur árliga í 3 ár

Yrkjarin Tóroddur Poulsen fekk hósdagin í farnu viku arbeiðslegat frá Statens kunstfond. Hesin letur einaferð árliga stuðul til listafólk, ið hava tilknýti til Danmarkar og geva út niðri. Grønlendingar og føroyingar koma sostatt uppí part.

Tóroddur hevur seinnu árini verið búðsitandi í Keypmannahavn og eitt av yrkingasøvnum hansara er komið út í Danmark.

Við hesum fær Tóroddur arbeiðsfrið í 3 ár. Í alt fær hann 720.000 krónur. Tað vil siga 240.000 árliga.

Statens Kunstfond sigur í grundgeving síni, at Tóroddur samantvinnar so ólík viðurskifti, sum punk og persónligan og gerandisligan átrúnað. T.d. sigur hann ?Harri! Hví hava kirkjur tínar so harðar beinkir??

Nýtt yrkingasavn er á veg frá Tóroddi. Hetta verður á føroyskum og á donskum. Føroyski teksturin stendur øðrumegin í bókini og danski teksturin hinumegin. Tað kallast ? Vatnið ljóðar sum um onkur hevur drukkið av tí?.

Savnið verður prentað í 1000 eintøkum, og er hetta eisini í Danmark nógv, tá talan er um yrkingar.

Tóroddur hevur ætlanir um at leita sær íblástur úti í heimi komandi árini.

Føroyingar hava áður fingið stuðul frá Statens Kunstfond og í 1995 fekk Jóanes Nielsen slíkan stuðul.