Fløgan hjá Lot hevur heitið ?Veðrið eigur orð? og er hetta ein heldur øðrvísi fløga, enn vit vanliga hoyra.
Grundarsteinar undir verkinum eru yrkingar eftir Tórodd Poulsen. Upplestur og tónleikur er at hoyra og yrkjarin lesur eisini sjálvur upp.
Talan er um nútímans tónelikaverk og júst hetta at hoyra yrkjaran fløgutøkan er eisini nýhugsan.
Manningin í Lot eigur tónleikin og Tóroddur eigur orðini. Manningin er Jensina Olsen, Anna Maria Olsen og Andrias Rasmussen. Lagið til fyrsta lagið, Eg eri sum eg eri, hava tó Jensina Olsen og Lars Hellbo Jensen skrivað.
Umframt tey nevndu leikar eisini Andreas Billmann trompet. Andrias Rasmussen var framleiðslustjóri og Jørgen Vad mastraði. Upptøkan fór fram í Sinus upptøkuhølunum. Høgni Egholm Magnussen gjørdi húsan. Tutl gevur fløguna út og meira kann eisini lesast um útgávuna á www.sinus.dk/lot