Tórsgøta kann gerast mentunargøta

Hósdagin handaði Rógvi á Rógvu Tórshavnar býrað undirskriftir og brøv, har fólk heitti á býráðsmyndugleikarnar um at útvega nýtt tónleikahús.
20 ár eru liðin síðani Perlan varð tikin niður, men enn hevur býráðið ikki fylgt síni egnu samtykt at byggja nýtt. Men borgarstjórin í Havn er positivur, hóast hann ikki vil lova ov nógv

Undirskriftir, brøv, yrkingar, rím og ævintýr fyri nýggj tónleikahús. Tað visti Sosialurin í gjár at siga, at Rógvi á Rógvu hevði savnað inn frá fleiri enn 150 fólkum, og hósdagin læt hann allar hesar áheitanirnar í bæði bundnum og óbundnum máli inn til Tórshavnar býrað.
Ætlanin hjá Rógva og hansara kreativu brævskrivarum er nevniliga at útvega føroyskum tónleikarum eini hús í høvuðsstaðnum, sum bert skulu vera til tónleikin, og ikki til dans, café ella matstovuvirksemi.
Jan Christiansen úr Fólkaflokkinum, sum er borgarstjóri í Havn, hevur enn ikki sæð brøvini við áheitanum um eitt tónleikahús, men hann heldur, at hugskotið hjá Rógva á Rógva um hendan heldur óvanliga hátt at siga sína meining er gott, tí hetta skriva yrkingar og brøv sigur meira, enn vanligar undirskriftir. ? Tá síggja fólk út til at meina tað, sigur býráðsformaðurin.

Trivnaður nógv at siga

Jan Christiansen gevur Rógva á Rógvu rætt í, at tørvur er á einum tónleikahúsi í Havn. Hann heldur at havnarfólk kunnu læra av fuglfirðingum, sum herfyri bygdu Mentunarhúsið, ið Jan Christiansen sigur vera veldiga flott, sum hann málber seg.
Borgarstjórin í Havn heldur, at í okkara samtíð hevur trivnaður nógv at siga, ja, kanska meira enn nakrantíð fyri ein bý.
Í blaðnum í gjár skrivar Sosialurin, at tað í ár eru 20 ár síðani Perlan varð tikin niður, og Rógvi á Rógvu, sum spældi trummur í Plúmm segði, at hetta var ein sorgardagur fyri teir í teir í hesum so navnframa bólki. Perlan var nevniliga spælistaðið og pallur hjá tí tá blómandi tónleikalívinum í Havn.
Til hetta sigur Jan Christiansen, sum tó ikki sat í býraðnum tá, at hann minnist væl Perluna, ið hann kallar sjarmerandi, hóast hon var í ringum standi, og í dag kann ein undrast á, at ein so høgur bygningur fekk staðið á einum sovorðnum frímerki, sum borgarstjórin tekur til.
Hann leggur afturat, at tað var ein býraðssamtykt at taka Perluna niður, men hetta var treytað av, at eitt nýtt hús varð bygt ístaðin. Hetta lyftið hildu býráðspolitikararnir í Havn tó ongantíð, og seinna helvtin av samtyktini, ið innibar at byggja nýggj hús til tónleikin, bleiv ongantíð førd út í lívið.

Miðbýruin er hjartað í Havnini

Jan Christiansen sigur kortini, at hann heldur, at millum manna er ivi um, um júst økið, har Perlan stóð, er tað rætta, tí tað er ein spurningur um eina størri ætlan fyri bygging í økinum, og ein tílík er ikki gjørd.
- Vit hava ikki diskuterað hatta enn, tí vit hava eisini onnur mál, sum skulu loysast, m.a. støð - eitt nú til dans - til tey heilt ungu. Men í dag veita vit stuðul til mentunarlig tiltøk, so kanska okkurt av tí kundi verið brúkt til endamálið, sigur Jan Christiansen, sum tó leggur dent á, at heldur ikki tað er viðgjørt í Tórshavnar býráði enn.
Spurdur, um hann gevur Terja Rasmussen rætt, tá tónleikarin í Breddanum í SvF herfyri segði, at ein og hvør høvuðsstaður við virðing fyri sær sjálvum átti at átt eitt tónleikahús, sigur borgarstjórin, at tað er helst rætt. Hann nevnir eisini tann paradoksala paralellin hjá Rógva á Rógvu í Sosialinum í gjár, har hann segði, at Havnin hevur ein musikkskúla, men ongan pall til tónleikarar, og fleiri framsýningarstøð til myndlistina, men ongan listaskúla.
Jan Christiansen kann tó avdúka, at undirskriftirnar og brøvini frá stigtakaranum, Rógva á Rógvu verða viðgjørd við vælvild, men hann legur dent á, at eitt eru vakrar ætlanir, og eitt annað er at gera tær til veruleika, tí eitt slíkt skal t.d. ikki vera til ampa fyri grannar o.s.fr.
Borgarstjórin heldur tó, at eitt slíkt hús átti at ligið í miðbýnum, tí sum hann málber seg úr myndum frá medisinverðini, so riggar einki, um hjartað ikki riggar. Og hjartað í Havn er miðbýurin. Hann heldur eisini, at vit skulu verða varin við at taka bygningar niður, og einki seta ístaðin, tí hóast opin pláss kunnu vera góð, so er tað ikki so ofta, at vit kunnu ganga hvítklødd í Føroyum, og eingin miðbýur kann liva av bara grækarismessu, 1. mai og ólavsøku, sum borgarstjórin tekur til.
Annars hevur Tórshavnar býrað arbeitt við eini ætlan at gera eina musikkcafé, og tí er hugsandi at hesar ætlanir verða tiknar fram aftur, man tað liggur onkustaðni í framtíðini, sigur ein fyrivarin Jan Christiansen, sum tó avdúkar, at tankar eisini hava verið frammi um, at gera Tórsgøtu til mentunargøtu, og Gríma er jú longu í gøtuni frammanundan. ? Men vit skulu vera vera varin við gomlum bygningum, og onkuntíð er langt millum tanka og gerð, sigur Jan Christiansen at enda.