Hvat er ein góður býur? Tað er ikki ein einfaldur spurningur at svara, og kanska júst av teirri orsøk halda ymiskir fakbólkar, ið fáast við býir, at hesin spurningur er verdur at seta ferð eftir ferð.
Leygardagin 17. novembur hevði Føroya Arkitektafelag bjóðað inn til almennan fyrilestur í Nóatúni við heitinum “Strategisk býarplanlegging í Evropa – hvat kann Havnin taka til sín”. Human-geografurin Gilli Trónd, ið eisini hevur útbúgving í býarplanlegging úr Rotterdam, var gestarøðari, og hann legði upp til eitt kjak um, hvussu man kann hugsa býarplanlegging í høvuðsstaði Føroya av nýggjum.
Í hesi grein verða nøkur av teimum evnum, ið vórðu høvd á lofti á fyrilestrinum, viðgjørd. Talan er ikki um eitt referat av fyrilestrinum, men um eina egna viðgerð, ið tekur støði í arbeiðinum hjá øðrum. Talan er harvið fyrst og fremst um eina popularisering av fakinum býarplanlegging, men samstundis eisini eitt kjak um støðuna hjá Tórshavnar miðbýi. Nógv av tilfarinum í greinini er tískil egnar metingar.
Einnýtslu-øki og fleirnýtslu-øki
Tvey grundleggjandi ymisk rák innanfyri býarplanleggingina eru um man ynskir einnýtslu-øki, ið verða nýtt til eitt endamál ella fleirnýtslu-øki, ið verða nýtt til fleiri endamál. Ella sagt á býarplanleggingarmáli: “mono-funktionell areal” ella “multi-funktionell areal”. Higartil hevur føroysk planlegging næstan bara satsað upp á at býta øki upp, soleiðis at tey einans kunnu nýtast til lík endamál: Nøkur øki eru skipað sum bústaðarøki. Nøkur øki eru skipað sum íðnaðarøki. Nøkur øki eru skipað sum frítíðarøki. Og nøkur øki eru skipað sum landbúnaðarøki. Øll hesi økini plaga so at fáa ymiskar litir á kortinum yvir sokallaðu “býarskipanina”, ið nógvar føroyskar kommunur hava í dag.
At nýta øki til lík endamál hevur nógvar fyrimunir. Fyri tað fyrsta er tað rímiliga einfalt at umsita, men harumframt gevur tað eina sera greiða heildarmynd av hvussu býurin skal mennast.
Vitanarsamfelagið krevur fleirnýtsluøki
Hetta at býta býir og landaøki upp í øki ella sonur, hevur víst seg at riggað væl í íðnaðarsamfelagnum, har tað hevur verið ynskiligt, at fólk ikki skuldu búgva í skitnum og larmandi íðnaðarøkjum, eins og tað hevur verið ynskiligt, at tað hava verið nøkur fríøki og almenn øki nær við bústaðarøkini. Og hetta gevur sum heild framvegis góða meining í dag.
Men tað skerst ikki burtur, at Føroyar – og her serliga Tórshavn – eru á veg at skipa seg sum eitt vitanarsamfelag. Eitt vitanarsamfelag er eitt samfelag, har fleiri fólk arbeiða við vitan enn við handligum arbeiði.
Í vitanarsamfelagnum er tað ikki longur einans lokaliseringin av tilfeingi, arbeiðsmegi og samferðslumøguleikum, ið avgera hvar vinnulív og íbúgvar lokalisera seg. Í vitanarsamfelagnum koma nakrir aðrir faktorar fram sum lívsvirði, atkomuleiki, mentan, rúm til at liva, fjølbroytni og tolsemi. Í útheiminum er tað soleiðis, at býir satsta upp á slíkar “bleytar faktorar” fyri at fáa sonevndar “vitanar-arbeiðarar” at flyta til og støðast.
Tí er neyðugt, at býir ikki einans hava nógvar funktiónir, men at hesar funktiónir eisini bræðast saman í fjølbroytt og spennandi øki. Økini skulu innihalda eitt sindur av øllum fyri at vera áhugaverd: bústaðir, mentan, handlar, matstovur, torg og lundir, har fólk kunnu dvølja.
Eitt einnýtslu-øki hevur nevniliga tann trupulleika, at har einans er aktivitetur ein part av degnum, meðan fleirnýtslu-øki ofta verða nýtt alt samdøgrið.
Góðleikar í býnum
Gilli Trónd legði í sínum fyrilestri sera stóran dent á “góðleikarnar” í býnum, tað, ið amerikanski “býar-búskaparfrøðingurin” Edward Glaeser hevur nevnt “Urban Amenities”. Gilli tók fram fýra høvuðsbólkinar av góðleikum:
At tað er eitt stórt úrval av tænastum og brúkaravørum.
At fysisku karmarnir og fagurfrøðin eru í lagi.
At almennu tænasturnar eru í lagi.
At møguleiki er at ferðast millum góðleikarnar innan rímiliga tíð.
Og tað vísir seg, at hetta síðsta er nakað av tí truplasta at fáa at eyðnast. Tórshavn er í dag vaksin út um øll mørk, og hetta merkir, at fyri at koma frá einari funktión til eina aðra, er ofta tørvur á at flyta seg við bili ella við bussi. Tað kann skoytast upp í, at eisini nógvar av grannakommununum eru funktionelt sameindar við Tórsahavnar kommunu í dag, og tað skapar eisini eitt økt ferðslutrýst.
Her kundi eitt uppskot verið í størri mun at skipa Tórshavn í fleirnýtslu-øki, soleiðis at fleiri funktiónir vórðu spjaddar kring um býin, heldur miðsavnaðar í einum býlingi. Sigast skal, at hetta í ávísan mun er við at henda í Hoyvíkshaganum og Stórutjørn, ið eru sniðgivin sum fleirnýtslu-øki.
Tá grannin skapar vøkstur
Men ein avgerandi trupulleiki við at skapa fleirnýtslu-øki, er at ein setir ymisk áhugamál saman á sama øki. Hetta kann í ringasta føri merkja stríð og klandur, tí at áhugamálini ikki eru sameinilig. Millum annað vil eitt larmandi vinnuøki sjáldan vera sameiniligt við eitt friðaligt bústaðarøki, eins og fleiri handlar í einum øki eisini skapa meiri ferðslu og parkeringstrupulleikar. Tí kann rákið við fleirnýtslu-økjum ikki skiljast sum bara “at sleppa teymunum”. Fyri at optimera vælferðina í býnum er neyðugt, at “negativir eksternalitir” verða hildnir niðri.
Umvent er tað eisini nakað, ið eitur “positivir eksternalitetir”. Um eitt øki er hugnaligt, er tað í sjálvum sær ein positivur eksternalitetur, tí tað vil merkja, at fleiri fólk ynskja at búgva har, og harvið vilja húsaprísirnir hækka.
Men Gilli Trónd vísti á, at slík øki sjáldan eru øki, har marknaðarkreftirnar sleppa at ráða, men hinvegin øki, ið verða planløgd soleiðis, at meiri lív kemur í og at økið verður meiri hugnaligt. Millum annað kunnu snotuligir bátahavnir vera við til at økja um prísin á bústøðunum í grannalagnum, snøgt sagt tí at ein snotulig bátahavn skapar vakurleika og hugna í umhvørvinum.
Øki at savnast á
Men hvussu skal man skapa hugna í einum býi? Gilli Trónd helt, at fríøki eru nakað, ið Tórshavn eigur at satsa nógv meiri upp á. Í dag liggja ein rúgva av traðum kring um í býnum, ið møguliga eru vakrar fyri eyguni, men annar einans eru til gagns fyri ross, seyð og gæs. Hann mælti til, at kommunan í størri mun fór at gagnnýta hesi grønu økini til at skapa fríøki og býarparkir.
Hann vísti á, at fríøki eru ein týðandi partur av einum nútíðar býi, at fríøki eru sosial savningarstøð í býnum og at tey eisini geva íbúgvunum betri møguleikar fyri uttandura lívi.
Men eisini er neyðugt at arbeiða meiri miðvíst við at skipa torg, ið hava líknandi funktiónir sum fríøkini. Í dag er frægasta torgið í Tórshavn í SMS, men annars skal sigast, at Vágsbotnur, har millum annað Sosialurin heldur til, vanliga verður mett sum økið við størsta torg-potentialinum í býnum.
Tað, ið hevur týðning er, at hetta býarrúmið, ið í dag verður nýtt sum partvíst eitt gjøgnumkoyringarrúm, partvíst sum gongurúm og partvíst sum parkeringsrúm, verður umskapað til eitt “stað”, har fólk síggja fram til at “dvølja” eina løtu. Tað skal tó nevnast, at tað er ein spíri at hómast mótvegis eini slíkari “staðargerð” av Vágsbotni, nevniliga hugnaliga terassan frammanfyri Hvonn Brasserie.
Hendan terassan skapar ikki einans eina virðisøking fyri Hvonn, men skapar eisini óbeinleiðis “positivar eksternalitetir” – eitt óbeinleiðis meirvirði – til grannarnar í økinum, bæði tí at tænastan er har, men eisini tí at Hvonn er eitt tað kendasta “staðið” í Tórshavn í dag – millum yngri fólk kanska kendari enn Vágsbotnur sjálvur. Eitt “stað” er ikki einans ein spurningur um eitt avmarkað fysiskt rúm, men somuleiðis um hvussu fólk ímynda sær hetta rúmið sum eitt stað.
Bilarnir og fótgangararnir
Men Vágsbotnur hevur ein stóran trupulleika, ið samstundis er ein fyrimunur: Har er rættiliga stór ferðsla. Tað sama er galdandi á Dr. Jakobsens Gøtu, Tórsgøtu og fleiri øðrum gøtum í miðbýnum í Tórshavn: Miðbýurin er ein ævigur dystur millum bilar og fótgangarar, og kemur tað til skarpskeringar vilja fótgangararnir vanliga vera við undirlutan.
Tað var rættiliga breið semja millum arkitektarnar, ið vóru savnaðir til fyrilesturin, um, at høga talið av bilum er avgerandi trupulleikin við Tórshavnar miðbýi. Aftaná fyrilesturin hjá Gilla Trónd var eitt pallborðskjak, har nógv áhugavert var uppi at venda. Við pallborðið sat m.a. býararkitekturin í Tórshavnar kommunu, Mikael Viderø, ið nevndi møguleikan fyri at skipa øll tey spjøddu parkeringsplássini í miðbýnum í eitt ella fá sentral parkeringsøki. Hann metti, at ein fittur partur av ferðsluni í miðbýnum eru fólk, ið leita eftir fríum parkeringsplássum. Um einans eitt parkeringsøki var, vistu fólk hvar tey skulu fara, og harvið kundi ferðslan verið minkað munandi.
Tað, ið tó ongantíð kom fram, er hvar eitt tílíkt risaparkeringspláss skal vera. Um bygningar verða bygdir á Skálatrøð, so er mest upplagda staðið horvið, samstundis sum parkeringstørvurin hevur vaksið seg uppaftur størri.
Hvat vil man við miðbýnum?
Tað stendur ikki reiðiliga greitt hvat man ynskir við Tórshavnar miðbýi. Summar røddir ynskja menning, aðrar varðveiting. Loysnin skal helst finnast onkustaðni mitt ímillum, men tað kann gerast sera trupult at finna hendan gylta millumvegin.
Partvíst ynskir man minni ferðslu, men fyritreytin fyri menning er jú ferðsla – antin talan er um bleytar ella harðar trafikantar. Atkomuleikin er jú tann parturin av góðleikunum í býnum, ið fáa allar hinar góðleikarnar at hanga saman. Ivi er sáddur um framtíðar parkeringsviðurskiftini, eins og eingin loysn er í eygsjón til hvussu man endaliga fær bilbukt við bilferðsluni í miðbýnum. Ókeypis býarbussar eru ein góð roynd, men ivaleyst má arbeiðast við at finna ein avloysara til Vágsbotn og Steinatún, tá ferðslan millum Eysturbýin og Vesturbýin skal avgreiðast. Summi nevna ein innara ringveg, meðan onnur nevna ein undirsjóvartunnil undir Havnar vág.
Men um ikki politikararnir vilja taka støðu til at loysa yvirskipaða ferðslutrupulleikan, so er spurningurin, um man ikki bara eigur at umskipa miðbýin til bústaðarøki og lata handlar og stovnar flyta niðan í aðrar býlingar, ið hava meiri pláss.
Býaratlas á breddanum
Annars skal nevnast, at leingi væntaða býaratlasið hjá Tórshavnar kommunu kemur út 21. novembur. Tá verða góðar fyritreytir fyri einum breiðari kjaki um hvussu man ynskir at menna Tórshavn miðbý og hvørjar bygningar man ynskir at friða.