Tórshavnar býráð latið stuðul til ríðihøll

Føroyskt Íslandsrossafelag hevur fingið játtað knappa millión í stuðuli frá Tórshavnar býráð til at byggja ríðihøll í Havnadali

Tórshavnar býráð hevur gjørt av at stuðla Føroyskum Íslandsrossafelag við knappari millión til at byggja eina ríðihøll og felagshøli fyri í Havnadali.

Sjálv ríðihøllin skal vera 1.150 fermetrar til víddar. Síðani skal høllin eisini umfata eitt felagshøli á 160 fermetrar, somuleiðis sum 160 fermetrar verða tøkir oman á felagshølunum.

Rossafelagið sigur í umsókn síni til býráðið, at tað er avgjørt neyðugt við einari ríðihøll í Havnadali, tá hugsa verður um føroyska veðurlagið. Felagið vísir á, at tað javnan skipar fyri ríðing fyri brekað, og krevur hetta, at ein høll er til taks.

Í umsóknini verður eisini víst á, at oman á felagshølunum verða 160 fermetrar til taks, ið býráðið kann nýta til barnaansing. Hendan spurningin hevur Tórshavnar býráð ikki tikið støðu til, men tað hevur gjørt av at játta rossafelagnum peningin yvir trý ár.

Rossafelagið roknar við, at ríðihøllin og felagshølini koma at kosta 2.798.000 krónur. Tað hevur søkt býráðið um stuðul til ein triðing av prísinum og landsstýrið um ein triðing. Seinasta triðingin fíggjar felagið sjálvt.

Landsstýrið hevur enn ikki svarað, um tað fer at stuðla rossafelagnum.