- Búskaparpolitikkurin hjá Tórshavnar Kommunu er so ábyrgdarleysur, at vit mugu tosa um tað í landsstýrinum.
Tað heldur Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Hann sigur, at fyrr í summar hevði landsstýrið fund við kommunurnar og tá samdust partarnir um, at kommunurnar og landið skuldi ganga saman um at føra ein politikk, sum tálmaði búskapin.
- Hesa avtalu hevur landsstýrið hildið, tí vit hava gjørt eitt uppskot til fíggjarlóg, sum er tálmandi fyri búskapin, sigur Magni Laksáfoss.
Tí kom tað dátt við hjá honum, tá ið meirilutin í Tórshavnar Býráð í farnu viku kunngjørdi sítt boð uppá fíggjarætlanina fyri næsta ár hjá Tórsjavnar Kommunu.
- Tað er ein fíggjarætlan, sum heilt avgjørt ikki kann kallast tálmandi og sostatt hevur Tórshavnar Kommuna brotið semjuna, sum varð gjørd við landsstýrið í summar, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Hann sipar til, at ætlanin er at hækka rakstrarútreiðslurnar hjá Tórshavnar Kommunu yvir 50 milliónir næsta ár, úr 431 milliónum, upp á 485 milliónir.
Men harafturat er ætlanin at gera byggja út fyri heilar 256 milliónir næsta ár og tað eru heilar 101 millión meiri enn í ár, her íløgurnar eru 155 milliónir.
- Alt tað, vit hava roynt at tálma á landsins fíggjarlóg, verður væl og virðliga etið upp av fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu.
Hann sigur, at ein natúrligur vøkstur í Havn hevði verið ein hækking upp á eini 5%, ella einar 30 milliónir. Men her er talan um ein vøkstur upp á heili 120 milliónir útyvir tann natúrliga vøksturin og tað er ein vøkstur, sum stimbrar búskapin.
Magni Laksáfoss ásannar, at tað er neyðugt at byggja út, men tað er neyðugt at raðfesta, so at ikki alt verður gjørt í senn.
- Nú sær út til, at alt skal gerast í senn. Landið fer í holt við neyðuga íløgu í flogvøllin. Tórshavnar Kommuna ger risa íløgur og privata vinnan fer í holt við Stóru Tjørn og Skálafjarðartunnil, umframt alt annað byggivirksemi.
- Avleiðingin er ein prísvøkstur, sum er so stórur, at vit fáa nógv minni fyri pengarnar, enn vit annars høvdu fingið, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Magni Laksáfoss sigur, at hetta er ein fíggjarætlan sum kyndir enn meiri upp undir føroyskan búskap og fer at elva til prís- og lønarækkinar og tað, sum ein ferðmikil búskapur annars elvir til,
Landsstýrið upp í leikin
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er so misnøgdur við framferðina hjá Tórshavnar Kommunu, at hann ætlar at taka málið upp í landsstýrinum.
Har fer hann at royna at fáa landsstýrismannin í innlendismálum at taka upp samband við Tórshavnar Býráð um fíggjarætlanina fyri næsta ár.
Hvørjar møguleikar, landsstýrið hevur, dugir hann ikki at siga.
Sjálvandi ber til at fáa løgtingið at samtykkja lógir, sum leggja bond á kommunurnar, men tað er ómetaliga torført, tí tað ber altíð til at finna hol í lógini.
- Tað ber til, at geva kommununum íløguloft, men tað hava vit roynt fyrr og tað einasta, sum hendi, var, at kommunur fóru at føra íløgurnar yvir á raksturin. Samstundis kunnu kommunurnar ikki læna meiri enn eina álíkning.
- Tað besta hevði verið at fingið eina semju við kommunurnar, so at allir partar skilja, hvussu neyðugt tað er at tálma útreiðslunum.
Men hetta er ikki eydnast og tí eru hetta viðurskifti, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum nú fer at reisa í landsstýrinum.
Ert tú ikki bangin fyri at gera teg inn á kommunala sjálvræðið?
- Tú kanst ikki goyma ein ábyrgdarleysan fíggjarpolitikk aftanfyri kommunala sjálvræðið. Við kommunala sjálvræðinum fylgir eisini ein skylda at vísa ábyrgd og eisini kommunurnar mugu taka sín part av ábyrgdini fyri búsksparpolitikkinum, sigur Magni Laksáfoss.
MYND AV MAGNA LAKSÀFOSS
Magni Laksáfoss er so ónøgdur við fíggjarpolitikkin hjá Tórshavnar Kommunu, at hann vil hava landsstýrið upp í leikin
Tórshavnar Býráð brýtur semju við landsstýrið
- Fyri mær at síggja, hevur Tórshavnar Kommuna ikki hildið semjuna, sum varð gjørd við landsstýrið í summar. Men tað, sum ørkymlar meg upp aftur meiri, er at ójavnin ímillum miðstaðarøkið og útjaðaran verður størri og størri, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum
Búskaparpolitikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Fìggjarkarmurin hjá Tórshavnar Býráð verður nógv størri enn eg haldi, at vit høvdu avtalu um.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum heldur ikki, at Tórshavnar Kommuna hevur hildið seg til semjuna, sum varð gjørd í summar ímillum landsstýrið og kommunurnar, tí íløgurnar eru væl omanfyri tað, sum avtalan var.
Eisini hann heldur, at fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommuna veksur so nógv næsta ár, at hann ivast í um tað ber til at seta alt í verk, sum ætlanin er.
- Tá ið so nógv verður lagt fyri, er tað harafturat tann vansin, at stýringin ikki verður nóg neyv.
Hinvegin ásannar hann eisini, at tað er onki, sum landsstýrið kann gera nakað við málið, soleiðis, sum Magni Laksáfoss leggur upp til í hinari greinini her á síðuni.
Hinvegin staðfestir hann samstundis, at tað, sum ørkymlar hann enn meiri, er, at ójavnin, ella “stættarmunurin” ímillum meginøkið og útjaðaran bara veksur og veksur.
- Tað, sum órógvar meg mest, er ikki tað, at Tórshavnar Kommuna ger tær íløgur, hon ætlar sær, tí tað hevur hon hevur rættiliga stórt rásarrúm at gera íløgur uttan at fara útum karmarnar í kommunulógini. Tað, sum órógvar meg mest, er, at munurin ímillum økini alsamt veksur. Eitt nú mátti Vágs Kommuna biðja um avdráttarskáa fyri at nøkta ein grundleggjandi tørv sum barnaansingin er, samstundis sum Tórshavnar Kommuna hevur speedaran í botni.
- Tí er ójavnin ímillum økini við at skeiklast enn meiri enn hann longu er skeiklaður.
Samstundis endurtekur hann, at eftir hansara tykki, er tað ein fortreyt fyri økismenning, at Suðuroy, Sandoy, og onnur øki við, verða ein savnandi eind fyri at tað skal bera til at gera heildarloysnir.
- Men skulu økini mennast, er tað eisini neyðugt at økini hava eitt fíggjarligt rásarrúm og tí er neyðugt við eini heildarætlan við ábyrgdarbýti og útjavning.
Tí heldur landsstýrismaðurin í innlendismálum, at tað er meiri átrokandi enn nakrantíð at fáa eina endaliga avgerð um uppgávu-og ábyrgdarbýtið ímillum landið og kommunurnar og at seta eina útjavningarskipan í verk.
Kortini ásannar hann, at hetta er ikki á politisku dagsskránni hjá hesi samgonguni og er tað torført at taka málið upp nú.
- Og hinvegin kunnu vit ikki krevja, at Tórshavnar Kommuna skal seta seg upp afturá at bíða, til landspolitikarar eru komnir til eina niðurstøðu á økinum, tí henni hava vit bíðað eftir leingi.
Men hóast Tórshavnar kommuna hevur tørv á at gera íløgur, haldi eg, at tey hava spent bogan rættiliga hart og tí hevði ein hóvligari framferð verið ynskilig, sigur Jacob Vestergaard