T.v.s. at tørvurin er størstur í Suðurstreymoy, Norðoyggjum og Suðuroy, meðan tað stendur frægast til í Eysturoy.
Rós skulu kommunurnar í Eysturoynni fáa fyri teirra prioritering av at byggja búpláss til tey eldru, bæði tá talan er um røktarheim (Runavík og Streymnesi), umframt tey 6 eldrasambýlini. Umframt hetta hevur Sjóvar kommuna søkt í fleiri ár, um at fáa loyvi til at gera eitt eldrasambýli á Strondum og eg vóni, at Rósa Samuelsen nú kemur at geva strandingum loyvi til at fara undir byggingina.
Hvør er tað sum byggir?
Tað eru kommunurnar, sum eru byggiharrar, bæði av røktar- og ellisheimum og av eldrasambýlum, og ikki landið.
Parturin hjá landinum er at stuðla byggingini við 50%, tá ið talan er um røktarheim, tó hægst við 500.000,00 kr. fyri hvørt búfólki, og við 50.000,00 kr. fyri hvørt búfólki, tá ið tað snýr seg um eldrasambýli.
Tað eru sostatt kommunurnar, sum standa fyri byggingini við fíggjarligum stuðli frá landinum, men tá ið heimini eru tikin í brúk, rindar landið allan raksturin, burtursæð frá náttarvaktini á eldrasambýlum.
Landið appelerar til bygging.
Sum ein eyka appel til kommunurnar um at fara undir at byggja, hevur samgongan samtykt at hækka stuðulsupphæddirnar til røktarheim upp í 800.000,00 kr. og til eldrasambýlir upp í 80.000,00 kr. fyri hvørt búfólkið.
Hvat er at gera?
Loysnin er, at Suðurstreymoy, Norðoyggjar og Suðuroy, ið eru økini, har ið tørvurin er størstur, fara í gongd at byggja búpláss til tey eldru, og at landið beinanvegin, sum eina bráfeingis loysn, økir um heimahjálpina, so at øll okkara eldru fáa eina virðiliga tilveru, og verða passað á nøktandi hátt heima.