Tørvur á javnstøðunevnd

Radikali Vinstraflokkurin í Danmark heldur, at Fólkatingið eigur at hava eina javnstøðunevnd.

Lone Dybkjær, sum er framsøgumaður floksins í javnstøðumálum, sigur í samrøðu við Politiken, at fakfeløg, kvinnufelagsskapir og onnur hava víst á, at alt ov lítil dentur verður lagdur á at tryggja javnstøðu ímillum menn og kvinnur í tí politiska arbeiðinum. Eitt nú verður alt ov lítið gjørt við at kanna, um lógir fáa størri ávirkan á annað kynið enn hitt, sigur hon.

Uppskot um javnstøðunevnd hevur verið í Fólkatinginum fyrr, men undirtøka hevur ikki verið fyri tí higartil. Undir einum orðaskifti í Fólkatinginum fyri einum mánað síðani nevndi Lone Dybkjær tankan, men tá vóru tað bara Sosialistiski Fólkaflokkurin og Eindarlistin, sum søgdu seg taka undir við henni. Kortini hevur hon gjørt av at leggja eitt uppskot til samtyktar fyri tingið.