Týskarum dámar føroyskt ídnaðartekno

Um nakrar vikur kemur fyrsta fløgan hjá ídnaðartekno bólkinum Side Effect út, men samstundis hava týdningarmiklar kreftir á týska teknomarknaðinum fingið eyga á unga havnarmannin, ið ger tónleikin hjá Side Effect.

Bynjolfur á Heygum hevur í nógv ár verið mettur, sum ein tann gávuríkasti ungi tónasmiðurin í Føroyum. Hann er maðurin handan løgini, ljómborðini og forritanina hjá Side Effect, Føroya einasta ídnaðar-tekno bólki.  
 
Myspace skapti sambond
Um nakrar vikur kemur fyrsta fløgan hjá Side Effect út, men løg av henni hava í fleiri mánaðar ligið á síðuni hjá Side Effect á portalinum myspace.com. Í hesum sambandi eru bæði bólkurin og Brynjolfur komin í samband við fleiri sera áhugaverd fólk. Tað er, av onkrari orsøk mest týskarar, sum hava kontaktað okkum, greiður Brynjolfur frá. ídnaðartekno, ella sokallaður industrial tónleikur er sera vælumtóktur í Týsklandi. Hetta er ivaleyst orsøkin til, at rættiliga fitt av týskarum dáma tónleikin hjá Side Effect.
 
Hittar á gotiskur ídnaðartekno diskotekið
Tey fýra løgini Kaos, Burn, Fake Orgasm og Smiling Mask Preview hava fingið fleiri áhugaverd fólk at skriva til Side Effect. Eitt nú hevur týski tekno bólkurin Eternal Nightmare sett seg í samband við bólkin. Limirnir í Eternal Nightmare eru eisini plátuvendarar og hava tikið tónleikin hjá Side Effect niður av Myspace, og spælt hann á gotiska ídnaðartekno diskotekinum, har tey leggja tónleik á. Áhoyrararnir tóku sera væl ímóti løgunum hjá Side Effect. Tí bað Eternal Nightmare Side Effect um, at senda sær eitt eintak av fløguni hjá bólkinum, Brynjolfur brendi teimum eitt eintak, og sendi tað til Týsklands.
 
Endurljóðblanda lag hjá Side Effect
Fløgan gjørdi ikki áhugan hjá Eternal Nightmare minni. Stutt eftir settu tey seg aftur í samband við Side Effect, og bóðu um loyvi at remixa lagið Fake Orgasm, hetta sloppu tey sjálvandi, greiður Brynjolfur frá.
Fólkini aftan fyri Eternal Nightmare eru somuleiðis í ferð við at geva eina fløgu út við ymiskum ídnaðartekno bólkum. Tey eru áhugaði í, at fáa Side Effect við á hesa fløgu.
Brynjolfur metur hetta vera sera spennandi. Tí týski marknaðurin er risa stórur í mun til tann føroyska. Í Føroyum er sera avmarkað hvørji støð Side Effect kann spæla, og tað er eingin ivi um, at dreymarnir hjá tónleikarunum í Side Effect røkka væl út um føroyska sjómarkið.
 
Samstarv við Yluko
Men Eternal Nightmare er ikki einasti týski bólkurin, ið hevur latið oyruni upp fyri Side Effect. Y-LUK-O er eitt kent navn í ídnaðartekno ídnaðinum. Bólkurin hevur givið  fýra útgávir út, ið hava fingið sera góð ummæli  og  verða m.a. róptar slóðbrótandi. Y-LUK-O hevur samstarvað við eitt nú front242. Ið er bólkurin, ið í størri mun enn nakar annar, legði lunnar undir tónleikagreinina ídnaðartekno. Maðurin handan tónleikin hjá Y-LUK-O 27, ára gamli Yluko, er bergtikin av tónleikinum hjá Side Effect, og hevur sett seg í samband við Brynjolf, við atlitið til samstarv.
 
Væl framleiddur tónleikur
Yluko sigur við Sosialin, at hann visti í somu løtu, at hann hoyrdi tónleikin hjá Side Effect, at hann vildi arbeiða saman við bólkinum. Hann sigur, at hann heldur tónleikin vera sera væl framleiddan, og hann varð ovfarin at frætta, at hetta er ein bólkur, ið ikki hevur útgávusáttmála. Tí góðskan er so høg.
Øgiliga nógvir bólkar nú á døgum gera allan tónleikin á teldu, hetta fyri at halda kostnaðin so lágan sum til ber, men hjá Side Effect hoyrir tú, at teir brúka verulig ljómborð. Hetta gevur eitt nógv heitari ljóð, ið ikki er so vanligt nú á døgum., sigur Yluko
 
Útgáva saman við Brynjolfi
Við síðuna av Y-LUK-O hevur Yluko fleiri aðrar verkætlanir, m.a. Lukotyk, ið er ein verkætlan har Yluko velur spennandi samstarvsfelagar kring heimin og ger tónleik saman við teimum. Ætlanin er, at hetta skal enda við eini útgávu, men nær hon kemur, veit Yluko ikki enn. Samstarvið við Brynjolf er í sambandi við Lukotyk. Tónleikurin er feitur, minnir eitt sindur um Side Effect, men er munandi myrkari, sigur Brynjolfur um samstarvið við Yluko. Hann leggur dent á, at hetta er ein síðuverkætlan, hon skal ikki taka tíð frá Side Effect, ið enn er hjartabarnið.
 
Samstarv yvir alnetið
Brynjolfur og Yluko eru so smátt farnir undir at gera tónleik saman. Hetta verður gjørt umvegis alnetið. Hóast teir hava ongantíð hitst, so gongur samstarvið væl, greiður Brynjolfur frá. Vit hava maila eitt sindur aftur og fram, og kennast bara tann vegin.
Sjálv arbeiðsgongdin er tann, at teir hvør sær arbeiða við løgum, og leggja tey síðan upp á ein servara, so hin kann taka tey niður og arbeiða víðari. Enn er arbeiði ikki komið so langt, men Brynjolfur heldur tað vera spennandi. Hann vísur á, at alt hetta er úrslit av, at Side Effect legði sín profil á myspace.com.
 
Side Effect er á www.myspace.com/fosideeffect
Eternal Nightmare er á www.myspace.com/vampology
Vitjað Yluko á www.myspac.com/yluko