Týskland fer frá kjarnorkuni

Eftir ein 12 tímar langan samráðingarfund hava týsku stjórnarflokkarnir samtykt at lata øll kjarnorkuverkini aftur - tað seinasta í 2021. Samtyktin boðar frá einari nýggjari kós, tí so seint sum seinasta heyst samtykti stjórnin, at verandi kjarnorkuverk skuldu brúkast nøkur ár longri enn upprunaliga ætlað.

Men óhappið á Fukushima-verkinum í Japan fekk Angelu Merkel, kanslara at broyta hugsan. Kanslarin hevur sagt, at hon vil hava eina breiða avtalu um at lata kjarnorkuverkini aftur, og tí hava sosialdemokratarnir og tey grønu verið við í samráðingunum.

Týska vinnulívið hevur ávarað stjórnina ímóti at lata kjarnorkuverkini aftur eftir so fáum árum, tí tað kann elva til orkutrot, sum aftur fer at darva vinnuni.