Týskvøldið 28. februar klokkan 19.30 verður hugnakvøld á Báta-og Listasavninum í Leirvík, har Martin Fjallstein og Ingvard Fjallstein fara at greiða frá.
Martin Fjallstein fer at greiða frá um skonnartina Telefon, sum sakk við Seiðafles í 1911. Hann hevur leitað fram skjøl í Havn og í Oslo um hesa fullfermdu norsku skonnartina, sum rak á land inni á Høvda og sakk stutt eftir.
Greitt verður frá umstøðunum, hendingini og uppboðssøluni, sum var stutt eftir, har leirvíkingar og fólk úr øllum landinum bjóðaðu upp á teir 600 lutirnar, sum vórðu seldir.
Ingvard Fjallstein hevur fingist við fotografering frá ungum árum av, og hann fer at vísa og siga frá myndum úr sjeytiárunum. Ofta framkallaði hann myndirnar sjálvur í einum myrkakamari, sum hann hevði gjørt sær í kjallaranum.
Í hugleiðingunum leitar Ingvard Fjallstein aftur á slóðina við hugleiðingum úr einum myrkakamari.
Úr Leirvík verður sagt, at kvøldið verður býtt í tveir partar, og tá steðgur verður, verður eisini høvi til ein drekkamunn. Á skránni í Báta-og Listasavninum í Leirvík hetta kvøldið verður eisini felagssangur við tónleiki.