Fyrsta royndin hjá Føroyum í nýggju HM undankappingini endaði við 3-0 tapi, eftir at 1. hálvleikur endaði við 1-0 leiðslu til heimaliðið.
Týska mótstøðuliðið vísti seg at vera so sterkt, hugflogsríkt og væl spælandi, sum tað frammanundan varð roknað við.
Stóri maðurin á føroyska liðnum var Gunnar Nielsen, sum serliga í 1. hálvleiki hevði 4-5 risa stórar bjargingar og harvið dyggiliga undirstrikaði, at hann er framtíðar maðurin í føroyska málinum.
Stóri maðurin á týska liðnum var Real Madrid miðvallarin Mesut Özil, sum skoraði bæði málini í 2. hálvleiki, og sum var arkitekturin aftanfyri tað mesta av týska spælinum.
Føroyska liðið royndi at spæla fótbólt í staðin fyri at sparka, og tað eydnaðist í smáum løtum.
Serliga í 2. hálvleiki vísti tað seg at vera stórur trupulleiki, tá ið føroyska liðið misti bóltin á veg fram. Tá var tað øgiliga vandamikið í týska umstillingsspælinum, og í 2. hálvleiki var hetta orsøkin til bæði málini, sum
Mesut Özil skoraði - hitt fyrra eftir føroyskt hornaspark.
Einastu rættuligu føroysku royndina ímóti málinum hjá Manuel Neuer hevði innskifti Hjalgrím Elttør fram ímóti dystarenda. Hann royndi seg úr 22 metrum, og málverjin hevði trupulleikar í fyrstu atløgu, men so fekk hann fatur á bóltinum.
LIÐUGT!
3-0
2 minuttir eru lagdir aftrat.
90 min.
3-0
Støðuga týska trýstið er linkað. Heimamenninir eru í løtum sera hugflogsríkir og vandamiklir, men føroysku spælararnir megna at halda tørn. Nú snýr tað seg um at varðveita støðuna og ikki at vera úti fyri stórtapi. Týsku áskoðararnir tykjast vera nøgdir.
Julian Draxler er komin á vøllin í staðin fyri Mario Götze - í 87. minutti.
85 min.
3-0
Føroyingar hava havt fyrstu rættuligu royndina. Eftir gott samanspæl við Jóan Símun Edmundsson royndi Hjalgrím Elttør seg úr 22 metrum. Neuer hevði trupulleikar í fyrstu atløgu, men hann bjargaði sær burtur úr støðuni. Hetta var í 82. minutti.
Lítla løtu seinni tiltuskaði Súni Olsen sær fríspark frammarlaga í høgru. Einki kom burtur úr innlegginum, sum ikki var nóg neyvt.
Jóan Símun Edmundsson er farin av vøllinum, og í hansara stað er Klæmint A. Olsen komin - í 85. minutti.
80 min.
3-0
Føroyingarnir royna framvegis at samanspæla, men tað er ógvuliga torført. Trýstið á teir er sera stórt, og týskararnir eru skjótir fram ímóti føroyska málinum, tá ið teir hava tikið bóltin av mótstøðumonnunum.
MÁL MÁL
75 min.
3-0: Mesut Özil 72.
Enn eina ferð er føroyska liðið revsað eftir bólttap mitt á vøllinum í roynd at mynda álop. Mesut Özil varð spældur leysur mitt fyri, og Gunnar Nielsen hevði ongan møguleika, hóast hann var um reppið at fáa tak á bóltinum.
Lukas Podolski er komin á vøllin fyri Miroslav Klose - í 75. minutti..
70 min.
2-0
André Schurrkle er komin á vøllin í staðin fyri Thomas Muller - í 68. minutti.
Tað mesta gongur fyri seg stutt uttanfyri føroyska brotsteigin.
Gunnar Nielsen hevur havt góða bjarging til horna, tá ið Mesut Özil royndi seg í vinstru og úr 20 metrum.
65 min.
2-0
Hjalgrím Elttør er komin inn á miðvøllin í staðin fyri Símun Samuelsen - í 65. minutti.
60 min.
2-0
Týskland sýnir sera hugflogsríkt samanspæl, og føroyingar eru ikki frítt í tvístøðu: teir hava einki ímóti at fara longri fram á vøllin, og tá er tað, at týskararnir eru serliga vandamiklir í skjótum mótálopum.
MÁL MÀL
55 min.
2-0: Mesut Özil 55.
Eftir skjótt mótálop og innlegg úr høgru hava týskarar økt um leiðsluna. Mesut Özil var blankur mitt fyri málinum, tá ið hann heilfluktaði í málið.
Talan var um hugflogsríka umstilling, eftir at føroyingarnir høvdu havt horna í vinstru:
Føroyingar við Christian Lamhauge Holst kombineraðu seg til horna í vinstru, men enki spurdist burturur innlegginum hjá Súna Olsen
50 min.
1-0
Leikgongdin líkist tí í 1. hávleiki. Føroyar hava havt besta mótálopið. Símun Samuelsen breyt ígjøgnum í vinstru og legði innfyri, og málverjin hevði lætt við at bjarga, tá ið Jóan Símun Edmundsson, sum var rættuliga kroystur, royndi seg.
46 min.
1-0
Súni Olsen er komin á vøllin fyri Daniel Udsen. Súni er ytstur á miðvøllinum í høgru, har hann ikki er vanur at spæla.
Síðsta bríkslið hjá skotska dómaranum kom sera væl við hjá føroysku spælarunum, sum mest sum alla tíðina higartil hava runnið aftan á týsku spælarunum. Týskland hevur havt fimm risa stórar málmøguleikar, men teir hava misnýtt ógvusliga. Gunnar Nielsen hevur havt 3-4 risa bjargingar, og týskararnir hava í fleiri førum verið óneyvir.
Tá ið spælararnir fóru at hvíla seg, hoyrdust týsku áskoðararnir bríksla eftir sínum monnum, meðan føroysku áskoðararnir tóktust vera væl nøgdir.
Týsku eykamenninir hava hitað upp síðsta korterið av 1. hálvleiki, og Súni Olsen hevur í steðginum hitað orduliga upp.
HÁLVLEIKUR
1-0
+ 1 minutt
45 min.
0-0
Føroyingar hava roynt seg við skjótum mótálopi. Philipp Lahm steðgaði Christian Lamhauge Holst á miðjum vølli, og tað sá hann gula kortið fyri.
Dystargongdin er tann sama, hóast føroyingar tykjast ætla sær at flyta liðið eitt sindur longri fram.
Í 44. minutti tiltuskaði Daniel Udsen føroyingum fyrsta hornasparkið, men tað spurdist einki burturúr innlegginum úr høgru, og í næsta mótálopinum hjá týskarum stórbjargaði Gunnar Nielsen stútara hjá Thomas Müller.
40 min.
1-0
Týskland situr á øllum. Fyrstu løtuna royndu føroyingarnir at samanspæla, men nú ber tað ikki til, tí heimaliðið hevur alla tíðina bóltin. Eftir frágera gott uppspæl í vinstru og sending út frá, sendi Klose úr góðari støðu bóltin upp um málið.
35 min.
1-0
Eftir leiðslumálið er týska trýstið linkað nakað. Tað er kærkomið, tí eftiransingarnar í føroysku verjuni hava onkuntíð verið avgjørdari, enn tær eru tað í kvøld. Bólturin er mest sum alla tíðina á týskum fótum!
30 min.
MÁL MÁL
1-0: Mario Götze 27.
So brast tað fyri nevi hjá týskarunum. Í hesi støðu var talan um einmansavrik og flatt skot. Verjan tóktist í hesum førinum tung og lítið avgjørd.
25 min.
0-0
Føroyska liðið er dottið langt aftur á vøllin, og tað ber við sær, at tað er torført at fara í mótálop. Gunnar Nielsen er sannur brandur í málinum. Nú hevur hann stórbjargað roynd frá Marco Reus. Áskoðararnir eru farnir at bríksla eftir sínum egnu!
Týskarar royna at seta ferðina upp.
20 min.
0-0
Klose hevur stútað omanfyri eftir innlegg úr høgru, og Gunnar Nielsen hevur havt risa bjarging eftir roynd úr fýra metrum.
15 min.
0-0
Týskarar eru spælstýrandi, men føroyingar hava havt eina góða roynd. Eftir skjótt mótálop og innlegg úr høgru varð Hallur Hansson leysur í brotsteiginum í vinstru, men hann kiksaði, tá ið hann skuldi flukta. Gunnar Nielsen hevur havt tvær bjargingar aftrat. Onnur var eftir flatt langskot frá Sami Khedira.
Týskarar leggja stóran dent á skjótt samanspæl mitt fyri.
10 min.
0-0
Føroyska liðið tykist hava sjálvsálit at varðveita bóltin og at spæla saman niðri á vøllinum og við skiftum í síðurnar. At tað er sera vandamikið, tá ið Týskland fer í álop hevur dømi longu verið um, men Gunnar Nielsen stórbjargaði roynd eitt sindur úr høgru.
5 min.
0-0
Føroyski miðverjin Rógvi Baldvinsson hevur sæð gula kortið fyri fríspark uttanvert brotsteigin., og Jónas Tór Næs hevur tvær ferðir sent long innkast í brotsteigin.
1. min.
0-0
Skotski dómarin hevur bríkslað og longu í fyrsta minuttir hava týskarar verið rangstaddir. Mesut Özil royndi seg, men bólturin tók í manngarðin, og so var eingin trupulleiki hjá Gunnari Nielsen.
Føroyingarnir hava verið í nánd av brotsteiginum, og
Týskland-Føroyar kl. 19.45
HM undankappingardystur á Hannover Arena í Hannover fríggjadagin 7. September 2012 kl. 19.45.
Dómarakvartett úr Skotlandi: Robert Madden, William Conquer, Alan Mulvanny og Arnold Hunter
Týskland: Manuel Neuer, Bayern München Philipp Lahm, Bayern München, Mats Hummels, Borrusia Dortmund, Holger Badstuber, Bayern München, Per Mertesacker, Thomas Müller, Bayern München, Mesut Özil, Real Madrid, Sami Khedira, Real Madrid, Mario Götze, Borrusia Dortmund, Marcus Reus, Borrusia Dortmund Miroslav Klose, Lazio
Venjari: Joachim Løw
Føroyar: Gunnar Nielsen, Manchester City Jónas Þór Næs, Valur, Odmar Færø, Forfar, Rógvi Baldvinsson, Ålgård, Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Daniel Udsen, FC Helsingør, Fróði Benjaminsen, HB, Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF, Hallur Hansson, HB, Símun Samuelsen, HB Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger
Venjari: Lars Olsen