Liverpool og Manchester United hava í dag spælt málleysan javnleik á Anfield. Tað merkir at Manchester United framvegis er oddalið í Premier League, men kann nú blíva yvirhálað av Manchester City, ið hevur tveir dystir til góðar.
”Tú snakkar og reyvin gongur” verður sagt, tá onkur snnakkar nógv, men einki kemur burturúr. Nakað soleiðis kann dysturin á Anfield í dag lýsast. Hetta var dysturin millum nummar tvey og eitt í Premier League undan hesum umfarinum, umframt at liðini eru arvafíggindar.
Tí var talan um stóra upptakt, har tað viðhaldsfólkini hjá Manchester United eru vaknaði úr dvala, meðan viðhaldsfólkini hjá Liverpool er blivin alt samt meiri stúrin, nú liðið hevur torført við at vinna dystir og skjóta mál.
Dysturin í dag bleiv tó eitt vónbrot á máltalvuni, tí tað kom einki mál. Liverpool hevði bóltin væl meiri í fyrra hálvleiki, men triðja dystin upp í slag megnar Liverpool ikki at skora. Í seinna hálvleiki tók Manchester United yvir, men heldur ikki teir megnaðu skora. Størsta møguleikan átti Paul Pogba, men Alisson Becker í málinum hjá Liverpool bjargaði.
Fyrr í dag vann Tottenham 3-1 á Sheffield United og bjóðar av í topp fýra. Seinni í kvøld spælir Manchester City á heimavølli móti Crystal Palace. Manchester City er fimm stig frá grannunum, men hevur tveir dystir til góðar.
1 | Man Utd | 18 | 11 | 4 | 3 | 34:24 | 37 |
2 | Leicester | 18 | 11 | 2 | 5 | 33:21 | 35 |
3 | Liverpool | 18 | 9 | 7 | 2 | 37:21 | 34 |
4 | Tottenham | 18 | 9 | 6 | 3 | 33:17 | 33 |
5 | Man City | 16 | 9 | 5 | 2 | 25:13 | 32 |
6 | Everton | 17 | 10 | 2 | 5 | 28:21 | 32 |
7 | Chelsea | 18 | 8 | 5 | 5 | 33:21 | 29 |
8 | Southampton | 18 | 8 | 5 | 5 | 26:21 | 29 |
9 | West Ham | 18 | 8 | 5 | 5 | 25:21 | 29 |
10 | Aston Villa | 15 | 8 | 2 | 5 | 29:16 | 26 |
11 | Arsenal | 18 | 7 | 3 | 8 | 20:19 | 24 |
12 | Leeds | 18 | 7 | 2 | 9 | 30:34 | 23 |
13 | Crystal Palace | 18 | 6 | 5 | 7 | 22:29 | 23 |
14 | Wolves | 19 | 6 | 4 | 9 | 21:29 | 22 |
15 | Newcastle | 17 | 5 | 4 | 8 | 18:27 | 19 |
16 | Brighton | 19 | 3 | 8 | 8 | 22:29 | 17 |
17 | Burnley | 17 | 4 | 4 | 9 | 9:22 | 16 |
18 | Fulham | 17 | 2 | 6 | 9 | 14:25 | 12 |
19 | WBA | 18 | 2 | 5 | 11 | 14:41 | 11 |
20 | Sheffield Utd | 19 | 1 | 2 | 16 | 10:32 | 5 |