T Sport - ein sportligur

Eitt nýtt Sport-ættarlið hjá Toyota er á veg. Navnið er T-Sport. Higartil eru komnir Yaris og Celica undir hesum heiti ? og í næstum kemur Avensis eisini

 

Innan bilaítróttin hevur Toyota fyri størsta partin gjørt um seg innan rally, ChampCar og í tí vælkendu 24-tíma kappingini í Le Mans. Í komandi ári verður Toyota eisini at síggja í Formel 1

At motorítróttur og Toyota hava nakað við hvørt annan at gera, leggur Toyota nú dent á við nýggja eftirnavninum, T-Sport. Yaris og Celica eru komnir í hesum útgávum, og Corolla er á veg.

Men hvat kunnu vit vænta okkum av einum Toyota modelli við eftirnavninum T-Sport?

? Sum navnið bendir á, er talan um ein serliga sportútgávu. Tað vil m. a. siga, at motorurin er eitt sindur sterkari, at undirvognurin er eitt sindur strammari og at designið hevur eitt meira »sportligt« snið. Emblemið, sum er at síggja á hesum nýggju útgávunum, er eisini sermerkt, og tað fara fólk, ið hava hug á kvikum og skjótum bilum at leggja til merkis.

Yaris er ein av teimum bilunum í nýggjari tíð, ið hevur vunnið fleiri virðislønir. Eitt nú varð hann kosin ársins bilur í ár 2000 í Evropa og í Japan, og EuroNCAP skírdi hann sum tryggasta bilin í flokkinum.

? Allar hesar eginleikar hevur Yaris T-Sport sjálvandi eisini ? og sjálvandi eisini nakað meira enn tað, sigur Eyðun Lisberg, sølumaður hjá Reyni Service, føroyska Toyotaumboðnum.

Tann nýggi Yaris T-Sport er sermerktur við dynamiska designinum: Hann er senkaður 12 mm, hann hevur gáttvíðkarar og 15? alufelgur við lágprofildekkum.

Framman er ein serlig sportgrill, og so hevur hann eisini sergjørdar kúfangarar við innbygdum tokulyktum. Og vanliga digitala instrumenteringin í Yaris er skift út við analog instrument við hvítum botni. Aftur at hesum koma setur, róður og gearstong í sportdesigni.

? Talan er um ein skjótan bil. Toppferðin er 190 km/t, og hann akselererar frá 0 til 100 km/t upp á bert 9.0 sekund. Tá hugsað verður um, at bilurin klárar at koyra 14.4 km/l er hetta enn meira hugvekjandi.

VVT-tøknin hjá Toyota er eisini sera áhugaverd, tí hon veitir nógva motororku við lítlari bensinnýtslu. Yaris T Sport er útgjørdur við einum 1.5 litur VVT-i-motori við 106 hk.

Toyota Yaris T Sport hevur sera gott upptrekk og er sera kvikur í yvirhálingum. Fjaðringin og stoytdoyvingin er kontant men kennist rættuliga lagalig

Lágprofildekkini gera, at bilurin hevur gott vegtak. Skrokkurin er á serligan hátt stívaður, so bilurin betur megnar at snúgva sær í serligum førum.

Fyri at siga tað stutt: Yaris T Sport er eitt gott boð upp á ein sportsligan bil í kompaktflokkinum..