Tá Tú alfagra land mítt rungaði í Pavarotti høll í Modena

Vinalag og blíðskapur í Modena landslutinum í Italia skaptu heimligar karmar fyri einari ógloymandi kórferð hjá Kórinum Sólarmagni fyrr í ár.

Turið Kjølbro og John Dalsgarð
----------------------------------
Seint í august mánaði í 1982 trillar ein ungur italiumaður á motorsúkklu inn á ferjuleguna í Scrabster í Norðurskotlandi. Við kaj í Scrabster liggur Smyril, sum ger klárt at taka ímóti ferðafólki til Føroyar. Í bíðirøðini kemur ungi italiumaðurin at standa nakað aftan fyri ein føroyskan bil; úr bilinum stígur ein ungur maður við stórum, eldreyðum hári. ‘Soleiðis sær ein rættur føroyingur út,’ hugsar ungi italiumaðurin fyri seg sjálvan, tá ið hann eygleiðir reyðhærda føroyingin. Teir koma í prát, og hetta verður byrjanin til ferðahug til Føroya og eitt varandi vinalag, ið mangur føroyingur og italiumaður hava notið væl av.
Ungi italiumaðurin er Gianfranco Contri. Í styttri og longri tíðarskeið hevur hesin lítillátaði og fyrikomandi maðurin búð í Føroyum; og heima í landspartinum Emilia Romagna og heimbygdini Riolunato hevur hann við miklum blíðskapi tikið ímóti ferðaløgum úr Føroyum, stórum sum smáum. Eingin ivi er um, at Gianfranco telist millum størstu ambassadørar Føroyar eiga úti í heimi. Málhugaður, sum hann er, gjørdi hann fyrst ein føroyskan-italskan parlør til ferðafólk, og síðan eina føroyska-italska orðabók í 2004, sum hann sama ár varð heiðraður við M.A. Jacobsen bókmentavirðisløn.

Úr Vágum til Bologna
27 ár seinni, ein góðveðursdag tíðliga í mai 2009, fara 27 kórsangarar úr bygdunum Kirkjubø og Velbastað við Kórinum Sólarmagni og Fróða Sandoy kórleiðara til Italia. Vit verða hjartaliga móttikin á flogvøllinum í Bologna. Gianfranco er saman við vinmanni sínum og føroyavininum Argo komin úr Modena við bussi eftir okkum. Franco, sum hann oftast verður nevndur, er ikki bara er vertur okkara henda túrin, men eisini fyriskipari og ‘ørindasveinur’ – saman við góðum vinfólki og kenningum kring um í landspartinum.
Í eitt gott ár hava fyrireikingarnar til túrin verið í gongd; drúgt samskifti hevur verið millum Gianfranco í Italiu og vinmann hansara í Føroyum, ið hann hitti á kajini í Scrabster á sinni, John Dalsgarð, sum er formaður í nevndini fyri Kórið Sólarmagn. Miðvíst hava vit valt at hava við okkum føroyskar sangir við nýggjum útsetingum, eftir nýtíðar føroysk tónaskøld umframt nøkur onnur norðurlendsk. Serliga er talan um løg og útsetingar eftir Bjarna Restorff, Paula í Sandagerði, Sunleif Rasmussen, Unn Patursson, Hera Eysturlíð og Kára Bæk. Hesi løg, fingu vit at ásanna, vóru heilt ólík teimum løgum, ið italsku kórvertirnir framførdu fyri okkum. Og tað var ikki sørt av forvitni og áhuga, ið víst vóru hesum føroysku tónasmiðum.

Úr Bologna til Nonantola
Longu fyrsta kvøldið, vit eru í Italia, skulu vit hava fyrstu konsertina. Hon er í søguliga býnum Nonantola, skamt eystan fyri Modena, har vit skulu gista ta fyrstu náttina. Sólin sær, tá ið vit koma út úr komuhøllini á flogvøllinum, og lýðkan er fjálg og mild.
Í Nonantola verða vit móttikin við opnum ørmum av fólki, ið eru knýtt at einari miðstøð fyri pensjónistar. Her tekur Irne ímóti okkum, tá ið vit koma við bussinum úr Bologna. Irne syngur við í Corale Rossini í Modena. Vit fáa at eta, breyð við osti og pylsu, og frískligt lambrusco vín afturvið. Konsert skal vera um kvøldið, so hildið verður aftur við tí váta slagnum. Tað skilja italsku vertir okkara einki av. Syngja og ikki drekka vín? Tey standa spyrjandi.
Konsertin er í einari samkomuhøll, ið er bygd upp í hetta sama heim fyri pensjónistar. Vit framføra saman við fýra øðrum kórum, millum øðrum Corale Rossini Giovane, sum er tey ungu í Corale Rossini, og Coro Di Redé, sum er eitt staðbundið fólkatónleikakór. Vertirnir vita sum er, at vit hava ferðast langa leið allan dagin, og teir vilja ikki pína okkum heilt, áðrenn túrurin hjá okkum í Italia er byrjaður. Men so mikið meira verður gjørt burturúr tí rungandi eftirgildinum, ið verður fyriskipað í forstovuni fyri øllum teimum luttakandi kórunum. Har fáa vit høvi at hoyra forkunnuga italska sangframførslu; vit svara aftur við at tríva í eitt av teimum lættaru kvæðunum, ið vit so dánt hava lært okkum, áðrenn vit fóru heimanífrá.

Úr Nonantola til Modena
Tað er við spenningi, vit fara spákandi eftir kringlutu gøtunum í Modena, av gistingarhúsinum til Pavarotti-leikhúsið annan dagin á ferðini. Ikki er sørt av virðingarótta á fólki, tá ið vit stíga inn á hetta kenda leikhúsið í heimbýi Pavarotti. At fólk í býnum eru errin av at hava fostrað ein so mætan sangara, er skiljandi; vit fáa eina kenslu av, at Pavarotti, hóast hann hevur ferðast á øllum heimsins størstu pallum og telist millum bestu tenorar nakrantíð, var ein maður, ið hevði stóran alsk til heimstað sítt og íbúgvarnar har.
Leikhúsið, sum er frá 1838, æt upprunaliga Teatro Comunale di Modena. Í 2007, beint eftir at Pavarotti var deyður, varð navnið á leikhúsinum broytt til Teatro Comunale Luciano Pavarotti. Vit eru so heppin at hoyra operasangara undir venjing saman við klaverleikara hesa løtuna, vit eru í leikhúsinum. Løtu seinni runga inngangstónarnir til Eitt sunnukvøld í plantasjuni, men verða brádliga avbrotnir, tá ið klaverleikarin kemur innaftur á pallin og læsir klaverið. Vit gera ikki mætari enn fara á pallin og tríva í tjóðsangin, sum rungar í høll.
Í leikhúsinum eru framsýningarhøli, sum vísa lívið hjá Pavarotti og sangleið hansara, frá tí hann byrjaði, til hann andaðist fyri tveimum árum síðan.
Eftir vitjanina á Pavarotti-leikhúsinum fara vit ein túr í býin við ferðaleiðara, ein maður, sum fortelur, at hann hevur fingið sangtímar frá pápa Pavarotti, ið eisini var ein framúr sangari.
Eftir at hava fingið ein bita at eta, summi pitsa og onnur lasanju, verða vit spurd av ‘døgurðavertinum’ um vit høvdu viljað komið og sungið fyri starvsfólkum og hjálparum við eina sosiala byggiverkætlan í Modena. Tey vilja fegin hava okkum ‘at innvíga staðið’, sum tey siga. Seinnu árini eru nógvir útlendingar fluttir higar, nógvur harðskapur er eins og kriminalitetur og rúsevni millum ung. Við slíkum verkætlanum royna myndugleikarnir at bøta um støðuna. Vit syngja nakrar sangir og verða fagnað av teimum, sum eru komin at lurta, og sum hvørja ferð, vit koma onkra staðni henda vikulanga túrin í Stivlalandinum, verður borðreitt aftan á við Lambrusco og onkrum søtum ella søltum undir tonnina.

Balsamo di Modena
Modena er eisini kent fyri balsamico edikk og bilarnar Ferrari, Maserati og Lamborghini. Á veg til Balsamico framleiðaran Agetaia Malpighi koyra vit framvið einum stórum øki, har Ferrari bilarnir verða framleiddir.
Á Agetaia Malpighi sleppa vit at royna alskyns balsamico edikk. Hesin ediligi edikkurin hevur sín uppruna í Emilia-Romagna landslutinum í Italia, og Modena er fremsta háborgin fyri dygdargóðan balsamiko edikk.
Um kvøldið vitja vit Corale Gioacchino Rossini, kórið, sum Luciano Pavarotti sang í og saman við, tá ið hann var ungur. Tey eru vertur og borðreiða fyri okkum eina máltíð. Eisini her er blíðskapurin stórur; vit handa teimum gávur, og tey okkum. Sjálvur forsetin í kórinum er komin at heilsa upp á okkum.

Úr Modena til Firenze
Triðja og fjórða dagin á túrinum eru vit í søguliga og vakra býnum Firenze, sum liggur í vakra Toscana landslutinum. Í Firenze eiga vit tíðina sjálv. Flestu okkara nýta høvið at vitja mongu søguligu bygningarnar í miðbýnum, serliga einastandandi vøkru dómkirkjuna Santa Maria del Fiore. Fyri nakrar fáar evrur kanst tú ganga smølu, snúðrutu trappustigini, ið eru fleiri hundrað í tali, upp í kupulin og út og njóta útsýnið yvir allan býin. Og tað talar fyri seg.
Úr Firenze gongur leiðin við toki aftur til Modena. Vit koyra fleiri hundrað kilometrar fram við vakra og skiftandi landslagnum. Í Modena stendur Argo fyri okkum við leskiligum vatni at svala av við í hesum heita ferðameldrinum. Alt hugsa tey um, hesi fittu vertsfólkini, vit hava fingið.

Úr Firenze til Pavullo
Næsti steðgur á ferðini er í Pavullo Nel Frignano, einum lítlum býi eitt sindur uppi í fjøllunum á leiðini til Riolunato. Vit skulu hava konsert saman við einum øðrum kóri í eini kirkju hjá fransikanaramunkum, sum liggur við bygdartorgið. Kórið Coro Raimondo Mentecuccoli leggur fyri við ljómandi sangi, sungnir av 10 mannfólkum og tveimum kvinnum. Vit syngja ikki færri enn 10 av okkara sangum og verða væl fagnað. Eftir konsertina er veitsla við øllum góðum afturvið. Har møta umframt kórini, eisini umboð fyri býráðið og ein parlamentslimur úr Róm.

Úr Pavullog til Riolunato
Tað eru fleiri okkara, ið lova olmussu, tá ið vit koyra úr Pavullo til Riolunato. Koyrimentanin í Italia er serlig, tað hava vit hoyrt nógv um, og nú fáa vit sjón fyri søgn. Tríggir lítlir bussar, sum taka um tíggju fólk hvør, flyta okkum úr Pavullo, niðan gjøgnum kringlutu fjallagøturnar til bygdina Riolunato, har ið vit skulu vera seinastu dagarnar á ferðini.
Í Riolunato fáa vit innivist á tí sera hugnaliga Hotel Cimone. Vit koma í bølaniðu og kunnu tí ikki rættiliga gera okkum eina mynd av bygdini, men tá ið vit sláa skotturnar frá vindeygunum morgunin eftir, opinberast tað vakrasta útsýnið fyri okkum. So langt eygað sær er vakurt fjallalendi við trøum og spjaddum húsum og kringlutar bygdargøtur og tølandi bygdarlag.
Frá fyrstu løtu kenna vit okkum sum heima í bygdini og á gistingarhúsinum. Í allar fagrasta veðri gera vit útferðir í nærumhvørvinum, millum annað á bygdartorginum, har leivdir frá øðrum heimsbardaga er ásýniligar, eitt nú slagorð hjá Mussolini.
Um kvøldið hava vit konsert saman við tveimum staðbundnum kórum, Cori Velle del Pelago og einum øðrum í kommunuleikhúsinum. Eisini á hesari konsertini syngja vit 10 sangir. Aftan á konsertina verða øll boðin til eina máltíð í einum hugnaligum vertshúskjallara stutt haðani konsertin varð hildin. Nú var túrurin aftur komin til tær meira óformligu og lættaru framførslurnar.
Sunnumorgunin byrjar við morgunkaffi hjá mammu Franco, teirri fryntligu Silvanu. Hon tekur hjartaliga ímóti okkum, nøkrum í senn, tí ferðalagið er stórt.
Seinnapartin hava vit konsert á torginum í bygdini saman við tveimum øðrum kórum, Coro di Novi, sum spælir fólkatónleik og syngur siðbundnar arbeiðssangir, og Riolunato Maggio delle Ragazze, sum er ein fólkatónleikabólkur. Sólin bakar niður, so vit fegnast um, at vit eru úti, nú vit skulu syngja í tjóðbúnanum. Eitt barnakór í skúlanum, sum lærari teirra Fabio hevur undirvíst, leggur fyri við at koma í skrúðgongu eftir gøtunum oman á torgið. Tey eru yndislig, øll í siðbundnum klæðum, tá ið tey syngja og dansa fyri okkum. Tólv ára gamla Margherita Migliori hevur yrkt ein sang ’rispetto’, sum hon ognar okkum sambært teirra ’maggio delle ragazze’ siðvenju.
Henda minniliga sangløtan endar við, at takkarkvøður verða hildnar og gávur handaðar. Nú ferðin hjá okkum er farin at halla, hava vit nógv at takka fyri og nógvar heilsanir at bera.

Aftur til Modena og Rossini kórið
Beint eftir sangløtuna seta vit okkum í bussarnar; vit skulu koyra slakar tveir tímar til Modena. Á vegnum koyra vit framvið heiminum hjá Pavarotti og gravstaði hansara. Stundir eru ikki at steðga, men vit fáa ein varhuga av, hvussu heimið sær út. Einkjan eftir hann býr har saman við lítlu dóttur teirra.
Um kvøldið hava vit seinastu konsertina á ferðini – hesa ferð saman við stóra kórinum Corale Gioacchino Rossini. Hetta kórið, sum stóð Pavarotti nær, sang sum tað einasta Pavarotti farvæl í katidrálinum í Modena. Konsertin hjá okkum og Corale Gioacchino Rossini er í Auditorium Marco Biagi í Modena býi. Tey leggja fyri og syngja millum annað Trælakórið úr Nabucco eftir Giusippo Verdi. Síðan syngja vit í felag sangin Freude Schöner Götterfunken eftir Beethoven, og eftir tað syngja vit eini 10 løg. Hóast tað er ógvuliga heitt inni, eydnast konsertin sera væl, ivaleyst tann best eydnaða á túrinum, og vit verða við lógvabrestum biðin um at syngja meiri.
Eftir konsertina verða gávur handaðar og takkarkvøður hildnar. Borðreitt verður við øllum góðum í eftirgildinum í bakhølunum; italsku vertir okkara hava hoyrt fleiri okkara murra Trælakórið, so tey heita á okkum um at syngja sangin í felag. Sangløtan endar við, at kvinnurnar í Sólarmagni fáa handaðar Rossini-nálir og menninir Rossini-brosjur; ein stór og minnilig løta saman við hesum mætu sangarum, ið stóðu Pavarotti so nær.

Úr Modena í Vágar
Hesir sjey dagarnir í Italia hava gingið við rúkandi ferð, og vit eru mett av upplivingum og sera ovfarin av stóra blíðskapinum, vit hava møtt. Tey hava verið mong í Italia, sum hava verið við til at gjørt túrin hjá okkum so minniligan. Fólk í Italia hava hoyrt nógv um Føroyar ígjøgnum Franco. Vit eru sera takksom og ynskja, at vit ein sjønnan dag kunnu løna teimum tað aftur!
Mánadagin 11. mai eru vit heima aftur eftir ógloymandi ferð í Modenalandslutinum. Og í teldupostinum, sum liggur fyri okkum, tá ið vit koma heim, boðar Franco frá úr Riolunato, at “tað hugtakandi ljóðið av tykkara sangum heldur fram at vera her.” Rík mentan og hjartalag av sjáldsama vinsælum slag.

Myndatekstur:

Myndatekstur: Kórið Sólarmagn í Riolunato