Tøting

Tøting hevur saman við Sirri sett síni fingramerki á føroyska klædnamarknaðin, men fyritøkan í Syðrugøtu vísti munandi meira áræði í sínum sniðum enn suðuroyarfyritøkan.

Enn vóru fleiri av klassisku Tøting sniðunum, eitt nú minstruttum troyggjum og topphúgvum, men har var eisini pláss fyri nýhugsan og ymiskum litum og sniðum, ið brutu frá tí vanliga. Tað irriteraði tó eyga, at merkisseðlarnir ikki vóru tiknir av klæðunum.