Hugsar tú bara um pengar og kanst velja millum ítróttargreinarnar, so skal tú velja kurvabólt ella cricket. Tí í NBA og IPL tjena spælararnir mest í miðal, vísir ein kanning hjá Global Sports Salaries Survey, stytt GSSS.
Her verður hugt at hvørjar deildir í hvørjari ítróttargrein geva mest í løn. Kanningin sigur, at kurvabóltsspælararnir í NBA tjena áleið 50 milliónir krónur um árið í miðal. Síðani koma criket spælararnir í India, sum tjena áleið 32 milliónir krónur um árið.
Tann fótbóltsdeildin, sum rindar mest í løn til sínar spælarar er enska landskappingin, Premier League. Her tjena spælararnir áleið 25 milliónir krónur um árið. Frá sætta plássi og niður til tíggjunda pláss koma hinar stóru landskappingarnar í Evropa, Spania, Italia, Týskland og Frakland.
Topp tíggju listin hjá GSSS yvir ítróttardeildir, sum rinda mest í løn í miðal um árið:
1 NBA (Kurvabóltur í Norðuramerika) – 50 milliónir krónur
2 IPL (Cricket í India)- 32 milliónir krónur (pro rata)
3 MLB (Baseball í Norðuramerika) – 29 milliónir krónur
4 Premier League (Enska fótbóltslandskappingini) – 25 milliónir krónur
5 NHL (Íshokky í Norðuramerika) – 18 milliónir krónur
6 NFL (Amerikanskur fótbóltur) – 18 milliónir krónur
7 La Liga (Spanska landskappingini í fótbólti) – 18 milliónir krónur
8 Serie A (Italska landskappingin í fótbólti) – 13 milliónir krónur
9 Bundesliga (Týska fótbóltslandskappingin)- 12 milliónir krónur
10 Ligue 1 (Franska fótbóltslandskappingin) – 8 milliónir krónur