Fyrsti FM róðurin á Sundalagsstevnuni í Hvalvík í dag var tann millum dreingirnar í barnaróðrinum.
Á Norðoyastevnu fyri einari viku síðani var Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag fremstur, og hesin báturin endurtók í dag sigurin, tá ið tað varð róð á 250 metra málinum í Hvalvík.
Aftur í dag var Havfrúgvin úr Vestmanna næstfyrst. Munurin millum teir báðar fremstu bátarnar var í dag eitt sindur størri, enn hann var fyri viku síðani. Í Klaksvík var fjarstøðan so lítil sum 00.13. Í dag var hon meiri enn eitt sekund: 01.12. Tað vil siga, at frá at vera bara sjálvur stavnurin, var munurin hesa ferð skuturin.
Á Norðoyastevnu var Drekin nummar trý og Teistin nummar fýra. Í dag vóru tað argjadreingir í Teistanum, sum vóru nummar trý, og Drekin var nummar fýra.
1 Títlingur 02:46.11
2 Havfrúgvin 02:47.23
3 Teistin 02:49.11
4 Drekin 02:49.16
5 Jallurin 02:50.16
6 Royndin Fríða 02:54.10
7 Tambar 02:59.13
8 Junkarin 03:02.23
9 Dúgvan 03:06.04
10 Frúgvin 03:06.07
11 Hulda 03:10.14
Støðan
1 Títlingur 14
2 Havfrúgvin 12
3 Drekin 9
4 Teistin 9
5 Jallurin 6
6 Royndin Fríða 4
7 Tambar 2
8 Heykur 0
9 Dúgvan 0
10 Frúgvin 0
11 Hulda 0
12 Junkarin 0