Tætt við hjá Stjørnuni

Eftir 26-20 tap fríggjakvøldið í fyrra Europa Cup dystinum niðri í Monte Negro, var tað í dag um reppið, at Stjørnan spældi seg víðari í kappingini.

Seinni dysturin varð aftur hesa ferð spældur á útivølli, og í dag eydnaðist tað Stjørnuni at vinna 28-23 á Nikisic. Tað vil siga, at Stjørnan vann við fimm málum. Bara eitt mál restaði harvið í hjá Stjørnuni at spæla seg víðari í næsta umfarið, veit heimasíðan hjá Norðlýsinum at siga.