Tætt við vatn og fram við vakra vág

Veðrið er gott, og soleiðis verður eisini teir næstu dagarnar, men enn verður eingin lýggja.

Veðrið er gott, og soleiðis verður eisini teir næstu dagarnar, sambært donsku veðurstovuni, DMI.

 

Í morgin verður stilt veður, undir 5 m/ sek., og soleiðis verður eisini sunnudagin, fyrst 2-5 m/ sek. og seinni 4-7 m/ sek.

 

Hitin bæði leygardagin og sunnudagin verður tó ikki øðrvísi enn í dag, leygardagin millum frostmarkið og 5 stig, og sunnudagin millum 2 og 6 stig.

 

Mánadagin frískar hann vindin nakað, upp í 5-10 m/ sek. og seinni upp í 8-13 m/ sek. Tá verður heldur lýggjari, millum 4 og 8 stig.

 

Men, hóast vit enn ikki kunnu snakka um nakran hita, tó at vit í næstu viku koma út í mai, kunnu vit kortini fegnast um góða veðrið.

 

Í góðveðrinum í dag hevur Sands kommuna lagt ørindi úr sangi hjá Sólvit Simonsen, sála, út á sína Facebook-síðu saman við viðheftu mynd.

 

Myndin er rættiliga vøkur, eins og ørindi úr sanginum hjá Sólvit Simonsen er tað eisini:

 

Tað er ein bygd, so vøkur man hon liggja.

Her tætt við vatn og fram við vakra vág.

Tú eftir henni altíð noyðist hyggja.
Ei vakrari tú her í verøld sá.
Tað Sandsbygd er, vit vita tað øll somul.
Hon bygdafólki okkar' stendur næst.
Vit elska hana, ung so væl sum gomul.
Ei betri bústaður á foldum fæst.