Tættasti endaspurturin av øllum

Sundabáturin var um reppi_ at fáa fatur í Jarnbardi, sum fyri a_ru fer_ á ra_ var drúgvastur og nú er best fyri í tættari FM kapping

FM kappingin millum 6-mannaførini er rættuliga spennandi. Tríggir bátar eru rættuliga væl vi_ í kappingini. Tr_ stig eru frá Jarnbardi á fremsta plássinum og aftur til Gongurólv, sum er nummar tr_. Jarnbardur hevur seytjan stig, Sundabáturin hevur sekstan stig, og n_ggi Gongurólvur hevur fjúrtan stig.
Á Hvalvík var endaspurturin í hesum ró_rinum tann mest spennandi. Á fyrstu fimm hundra_ metrunum skiftust bátarnir um at bjó_a seg fram. Sundabáturin, sum ikki fekk eins dyggan start, sum teir á Jarnbardi og Gongurólvi, var eina løtu fremstur. Hann var ein skut frammanfyri Gongurólv.
Tá i_ bátarnir vóru farnir um túsund metra máli_, leg_i Jarnbardur seg á fremsta plássi_, sum teir vunnu á Skálafjør_inum. Jarnbardur fór eitt sindur frá kappingarneytunum, og ta einu løtuna tóktist ta_ sum um, at teir skuldu vinna trivaligan sigur. Skuturin gjørdist til hálva bátslongd, og hálva bátslongdin dragna_i eina løtu til tr_ kvart bátslongd. Men so stó_ stilt, og á sí_stu gott og væl eitt hundra_ metrunum tók ta_ orduliga at tødna aftur.
Orsøkin til ovurstóra spenningin í endaspurtinum var tann, at Sundabáturin rættuliga fann stevi_ aftur. Eftir at hálvt máli_ gott og væl var rógvi_, tók Sundabáturin Gongurólv, og so settu teir í Nor_depli og Hvannasundi eftir Jarnbardi. Munurin minka_i og minka_i. Fyri hvørt taki_ í endaspurtinum kom Sundabáturin longri fram á Jarnbard, men teir megna_u kortini ikki at taka hann. Tá i_ teir fóru um málstrikuna, var munurin ein stórur skutur ella ein heilt lítil hálv bátslongd.
Harvi_ høvdu fesku kapprógvararnir umbor_ á Jarnbardi, sum higartil so meistarliga væl hava duga_ at undirspælt sína styrki og síni evni, enn eina fer_ vunni_.
Nú eru teir fremstir í FM kappingini. Men gongdin á Hvalvík leg_i upp til sera spennandi kapping í Vági næsta leygardag. Og ta_ kann væl hugsast, at kappingin ikki bara fer at standa millum Jarnbard og Sundabátin. Gongurólvur var á Hvalvík so væl vi_, sum hann ikki hevur veri_ undanfarnu fer_irnar. Á øllum teininum var hann vi_ til at seta dám á, og á málinum var hann bara eina stóra hálva bátslongd aftanfyri vinnarabátin og ein skut frá Sundabátinum, sum var næstfremstur.
Tíggju bátar vóru vi_ í ró_rinum. Lómur av Argjum var stinnari í lutfalsliga tættari kapping um fjór_a plássi_ vi_ Stráluna. Strandingar lógu væl fyri í startinum, men ta_ kiksa_i heilt hjá teimum.
Sandingar, sum eru heilt n_ggir í kappró_rinum, fingu besta úrsliti_ higartil. Teir enda_u á áttanda plássinum og vóru harvi_ frammanfyri bæ_i Hósvíking og Hvessing, sum vóru so miki_ gestablí_ir á Sundalagsstevnuni, at teir lótu allar hinar koma á mál, á_renn teir fóru um málstrikuna.
Ta_ hava veri_ betri tí_ir í kappró_rinum í Sundalagnum, enn ta_ eru nú. Í kappró_rinum gongur ta_ hjá smáu feløgunum upp og ni_ur. Úr dalinum er ta_ bara ein vegur, og ta_ er upp aftur á tindin. Áhugin í Sundalagnum er stórur fyri kappró_ri, og ta_ er ivaleyst bara ein spurningur um tí_, nær bátar úr tí økinum aftur fara at ver_a at síggjast millum teir fremstu. Menninir umbor_ á Hvessingi vunnu FM í 1999. Hósvíkingur hevur ikki veri_ meistari sí_ani í 1987, tá i_ teir vunnu tri_ja FM heiti_ á ra_.

6-mannafør, menn
1 Jarnbardur 08.15.19
2 Sundabáturin 08.16.06
3 Gongurólvur 08.17.12
4 Lómur 08.25.07
5 Strálan 08.27.11
6 Sølmundur 08.31.08
7 Víkingur 08.31.22
8 Sandingur 08.42.24
9 Hósvíkingur 08.45.07
10 Hvessingur 08.49.17