? Var eg Goegre W. Bush, hevði eg heldur ikki tosað ov nógv um búskapin.
Orðini eigur tann kendi búskaparprofessarin Joseph Stiglitz. Kortini eru tað mong, sum hyggjandi langtandi eftir amerikanska búskapinum. Hóast alt hev-ur vøksturin i amerikanska búskapinum verið 2,5 prosent um árið tey seinastu fýra árini. Tað er væl minni enn í Clinton-árunum, men kortini væl meiri enn í Evropa, her vøksturin hev-ur verið um eitt prosent árliga hesi árini.
Men hagtølini fjala nakrar týdningarmiklar veruleikar, skrivar Joseph Stiglitz. Eitt amerikanskt meðalhúski hevur færri pengar um hendi nú enn fyri fýra árum síðani. Meðalinntøkan er minkað 1500 dollarar netto. Haraftur-ímóti eru útreiðslurnar í gerandisdegnum øktar nógv, og tí hava nógv húski ilt við at fáa endarnar at røkka saman.
Stutt sagt eru tað tey við teimum góðu inntøkunum, sum hava fingið ágóðan av vøkstrinum, sigur Stiglitz. Hesin bólkurin hevur havt tey bestu korini av øllum amerikanarum tey seinastu 30 árini, og tað var eisini hann, sum fekk mest burtur úr skattalættanum hjá Bush-stjórnini. Eitt nú hava 45 milliónir amerikanarar onga sjúkratrygging, og tað eru 5,2 milliónir fleiri enn fyri fýra árum síðani. Eitt húski, sum er so heppið at hava eina sjúkratrygging, noyðist at gjalda 7500 dollarar um árið ella næstan tvær ferðir so nógv sum við árslok í 2000. Og so er hetta fyrstu ferð síðani í tríatiárunum, at USA hevur færri arbeiðspláss, tá eitt valskeið endar, enn tá tað byrjaði.
Tey, sum styðja Bush, spyrja, um forsetin veruliga hevur skyldina av, at tað er vorðið so. Fór tað ikki at ganga niður á bakka, áðrenn Bush kom í Hvítu Húsini, spyrja tey. Svarið, sum tey fáa, er, at forsetin hevur skyldina. Allir forset-ar arva gongdina hjá undanmanninum. Búskapurin var viknandi, tá Bush kom til valdið. Men tá Clintion fór frá, hevði USA ovurstórt avlop á fíggjarlógini, heili tvey prosent av landsins bruttutjóðarframleiðslu. Tað vóru nógvir pengar, sum kundu nýtast til at fíggja framburð, men Bush spilti alt burtur við at geva teimum ríku skatt-alætta, soleiðis at USA nú hevur so hall á fíggjarlógini, at tað svarar til fimm prosent av bruttotjóðarframleiðsluni, skrivar Joseph Stiglirtz.
Hóast afturgongdina var vøkstur í framleiðsluni, og tí hevði tað borið til at tryggja amerikanarunum vøkstur í inntøkuni eins og í nítiárunum, um stjórnin hevði rikið tann rætta búskaparpolitikkin. Við tí rætta politikkinum hevði tað borið til at útvega fleiri arbeiðspláss. Hetta var ein avbjóðing, men Bush megnaði ikki avbjóðingina, tí hann valdi eina skeiva kós, skrivar búskaparprofessarin.
Hann ásannar, at skattalættin gav búskapinum eitt skump uppeftir, mern hetta verður ikki varandi, heldur hann. Tvørturímóti høvdu tær røttu avgerðirnar givið uppaftur størri vøkstur, og tær høvdu heldur ikki kostað so nógv. Málið hjá for-setanum var ikki at varðveita tann sterka búskapin, heldur ein skattapolitikkur, sum lætti byrðuna hjá teimum, sum best av øllum megnaðu at bera hana.
Joseph Stiglitz skrivar, at tann miseydnaði politikkurin hevur ikki einans kostað amerikanska búskapinum nógv, tí hann hevur eisini gjørt ta næstu tíðina trupla. Bush hevði lovað at skerja hallið á fíggjarlógini eina helvt og kanskt heilt burtur, men fíggjarnevndin hjá Kongressini hevur sagt, at tað fer ikki at lata seg gera fyribils, heldur ikki um allur útreiðsluvøkstur verður steðgaður og skattalættarnir settir til viks. Vøksturin í útreiðslunum og skattalættarnir kosta fleiri túsund milliardir dollarar, perngar, sum heldur áttu at verðið settir í landsins framtíð við betri samferðslukervi, betri skúla-verki, betri heilsuverki og øktum íløgum innan tøkni, skrivar Joseph Stiglitz.
Samstundis er skuldin hjá amerikonsku tjóðini vaksin nógv. Tað ovurstóra hallið á handilsjavnanum ger, at heimsins ríkasta land noyðist at læna tvær milli-ardir dollarar út øðrum londum um dagin. Tað virkar við til at halda dollaravirðinum niðri og elvir til ótrygd aðrastaðni í heiminum.
Amerikanarar kunnu hava eina vón um framtíð-ina, um Bush játtar síni mistøk og broytir sín politikk. Men forsetin vil ikki átaka sær skyldina av gongdini í búskapinum, júst sum stjórn hansara sýtir fyri at átaka sær skyldina av tí, sum hendir í Irak. Í fjør átti hann at sæð, at skattalættarnir stimbraðu ikki búskapin so nógv, sum hann hevði lovað, men stjórnin sýtti fyri at leggja á annan bógv. Ístaðin fyri komu fleiri skattalættar afturat, og í seinastuni hevur forsetin lovað, at lættarnir verða verandi í gildi - eitt lyfti, sum hann ikki kann halda, skrivar Stiglitz.
Fyri hálvum øðrum mánað síðani skrivaðu Joseph Stiglitz og níggju aðrir, sum eins og hann hava fingið Nobelheiðursløn í búskapi, amerikanska fólkinum eitt opið bræv. Har stóð millum annað:
? Bush, forseti, og stjórn hansara eru farin undir ein ábyrgdarleysan politikk, sum hóttir búskaparligu megina hjá landi okkara nógv ár fram í tíðina. Munurin á búskaparpolitikkinum hjá Bush og John Kerry er størri, enn vit hava sæð til nakað annað forsetaval. Bush heldur, at skattalætti til teir ríku amerikanararnar loysir næstan allar búskaparligar trupulleikar. Hetta er bert eitt av mistøkunum hjá forsetanum, men hann vil ikki ásanna tað."