Svend Højgaard mátti í 2016 sjúkrameldast frá starvinum sum leiðari á bókasavninum við Løkin. Battaríini vóru útbrend og máttu løðast upp aftur, og tí varð Svend Højgaard sjúkrameldaður í tríggjar mánaðir. Men at vera sjúkrameldaður fyri strongd er ikki tað sama sum at vera útbrendur, og tað ber væl til at koma fyri seg eftir at hava verið strongdur, heldur Svend Højgaard.
– Eg reageraði tá eg reageraði, soleiðis at eg ikki noyddist at vera burtur í meira enn tríggjar mánaðir. Eg eri ikki púrasta útbrendur, og eg oyðilegði ikki battaríið. Battaríið varð tómt, men nú er tað løtt upp aftur, sigur Svend Højgaard.
Les meira um søguna hjá Svend Højgaard í tema um at brenna út í Vikuskiftissosialinum, sum kann lesast á netinum her.