- Tað besta FMA nakrantíð

Tað verður ein kendur maður í FMA-høpi, ið fer at standa á pallinum í kvøld, tá FMA fer av bakkastokki. Rólant Waag Dam, ið hevur verið fyriskipari øll fýra árini, verður nevniliga á fyrsta sinni at síggja í leiklutinum sum vertur, tá tónleikavirðislønirnar skulu handast. Og talan verður um eitt minniligt kvøld, lovar nýggi verturin.


- Vit fáa tað besta FMA nakrantíð. Tað tori eg at siga, tí vit hava uppbygt okkum nógvar royndir síðstu trý árini, og eru vorðin betri fyri hvørt ár, sigur Rólant Waag Dam.


Talan er eisini um eina rúgvismikla skrá í kvøld við millum øðrum 10 framførslum og 17 virðislønum. Eitt so stórt kvøld krevur eisini nógva av fyrireikarunum.


- Vit hava ein lítlan her av fólkum, ið renna runt nú og syrgja fyri, at ljóðið er tað besta í Føroyum, at ljósið er so gott sum gjørligt, og at pallurin er klárur. Alt sær út til at vera gott, og bólkarnir, ið framføra fara at gera nógv burturúr, sigur Rólant Waag Dam, ið leggur aftrat, at hann væntar fleiri góðar framførslur.


- Tey sum framføra eru bólkar og einstaklingar, sum antin hava verið ella eru á konsertferð, so talan er um øgiliga samanspældar bólkar, sigur Rólant Waag Dam.