Tað endaði við javnleiki í Istanbul

Tað eydnaðist ikki føroyska landsliðnum í talvi at vinna triðja dagin á rað.

Talvlandsdysturin ímóti Guatemala er júst liðugur, og hann endaði remis 2-2.

Helgi Dam Ziska legði Føroyar á sigurskós, tá ið hann við svarta fólkinum vann lutfalsliga skjótt.

John Arni Nilssen og Rógvi E. Nielsen telvaðu báðir javnt.

So var spurningurin, um Jóan Hendrik Andreasen á triðja plássi og við svarta fólkinum fór at megna í hvussu so er remis og harvið at tryggja føroyingunum tepran sigur.

Tað eydnaðist ikki. Jóan Hendrik tapti, og harvið varð samlaða úrslitið 2-2.

Føroyar skulu í tíggjunda umfari í morgin telva ímóti deyvu telvarunum í International Committee of Silent Chess (ICSC), sum hava fingið 18 stig, meðan Føroyar hava 20.