Agga Niclasen, meining@meyl.fo
----
Tað er ikki bara at siga tað, hetta, at stigskifta bullshit á einum skala, men í rúgvuni av medisinskum bluffi telist medisinskt kvakksalvarí millum tað apsalutt mest svindlandi og minst samvitskufulla.
Vit vita tað øll, øll skilafólk vita tað so, og óteljandi vísindakanningar hava prógvað tað: healarir eru pengagrískir vitloysingar. Sjálvt kriteriið fyri orðinum “viðgerð” er væl tað, at hon riggar. Annars er ikki talan um viðgerð. At “operera” sjúklingar við følandi handarmegi, at beina fyri sjúkum vevnaði uttan ein veruligan skurð, er tí bullshit supreme.
Einasta ivamálið, um nakað, er hvørt tey faktiskt trúgva sínum egna bullshitti—hvat hevði verið rívan tragiskt—ella um hetta bara er eitt ómoralskt pret, ein pengamaskina.
Hvussu er og ikki, og hóast tað er meiri hald í uppáhaldinum “eg eri eitt íkorn” enn tí hjá Janusi í Dali “eg eri ein healari”, er “alternativur heilivágur” í framgongd. Vítt til veggja ber boð um tað.
Ella, tað er hann so fyri ein ávísan málbólk; ein so hundanaivan miðalklassa við so nógvari tíð til yvirs og so trásettur av sær sjálvum, egnum ítrivi og økologiskari fjallagongu, at alt fupp og lusk, ið ber á brá av “back to basics”-flóðalduni, verður klemmað.
Uttan mótspæl fortelur “Vítt til veggja” um ymsar viðgerðarhættir, um hvussu hesar “viðgerðir” kunnu ávirka heilsuna, tá ið tað bert er saldoin, hesar kunnu ávirka. Við sínum urtum, akupunkturi, krystallum og vibrerandi medisini er Vítt til veggja ein skrøggstevna, sum halda treingjandi og nalvaskoðandi fólk fyri gjøldur.
Men, sum sagt, fyri tað gerast “alternativir viðgerðarhættir” alsamt populerari. Eitt er Vítt til veggja, eitt annað øtiligi innflutningurin av AlkaMine, posar av hóttum sango-korallum, men eisini talið sonevndum homopatum og methøga útboðið av “alternativum heilivági”, sum so hvørt og fjálgt liggja undir liðini á veruligum heilivági í viðurkendum sølustøðum.
Felags fyri aromaterapi, refleksologi og øðrum narriviðgerðum, og yvirhøvur hesi absurdu vesturlendsku tráan eftir eysturlendskum mystikki, er tann totala fráveran av gransking og vísindi. Ongin “alternativur heilivágur” ella “viðgerð” hevur nakrantíð verið útviklað í einum laboratorii ella testað í kliniskum royndum.
Í mun til vísindaligan heilivág, sum upp í saman verður avprøvaður og betraður, er “alternativur heilivágur” ein lukkað kiosk. Richard Dawkins hevur eina tilhoyrandi frágreiðing um hví, sambært definitión, “alternativur heilivágur” ikki riggar: “If a particular alternative treatment can be shown before a panel of qualified doctors to work, then it isn’t called “alternative” any more. It’s just medicine. “Alternative” is just another word for “ineffective”.”
So forkláringin fyri óradikalu lifranini fyri “alternativum heilivági” finnur tú ikki í “alternativum heilivági”, men okkum. Sjálvt poengið við “alternativum heilivági” er, at hesin ikki broytist. So tað handlar um okkum. Tað eru vit, sum eru broytt.
Og tey, ið digga “alternativar viðgerðarhættir” eru, vísir tað seg, annaðhvørt fínborgarlig luksusdýr ella leivdir av sonevndu “slacker”-generatiónini, sum fyrst í 90unum royndi at avlíva tann fyrr so radikala rokkkulturin. Grunge, letingatónleikur framleiddur av forkelaðum lortendum, var ikki um ungar uppøstar tannáringar, sum settu seg upp ímóti einum órættvísum samfelagi, men um ein talentfátækan og nihilistiskan ungdómsriðil, ið ynskti at avbyrgja seg frá tí við at bitcha um øll hasi, ið ikki vóru líka tolerant og politisk korrekt sum tey–effinett sum healingdyrkandi fínfólk við alt ov nógvum pengum og frítíð gera ídag.
So vaksandi populariteturin fyri óbrúkiligum hjálparráðum kann líkasum ikki koma óvart á nakran. Hesir borgarir hava jú altíð verið eins stokkkonservativir, óvitalir og óbrúkiligir og teirra “alternativu produktir”.
At so er, ja, tað vísir seg eisini, tí so skjótt sum Vítt til veggja-fólkini gerast sjúk, veruliga sjúk, skrotta tey clairvoyansur, tarott-kortini og urinterapiina og spela, skjótari enn ein graður frensur, til tað nærmasta hospitalið hýsandi læknum við faktiskari vitan og viðgerð.
Tak Mahatma Gandhi, hasin hyklarin! Í 1942 gjørdist konan, Kasturba, álvarsliga sjúk. Hóast modernað pensilin var til taks, sýtti Gandhi “síni elskaðu” neyðugt antibiotika við tí fylgju, at hon doyði skjótt eftir. Nei, betri var at reinsa seg við vatni frá Ganges og smyrja hana inn í neytaland.
Seks vikur seinni gjørdist Gandhi sjúkur. Men nú, tað sum áður var gott nokk til konuna, Ganges og neytapiss, var ikki ordiliga gott nokk fyri hann. Hann oysti vesturlendskt medisin í seg við tí fylgju, at hann kláraði tað, konan ikki kláraði: at yvirliva.
Konfronterar tú medisinska relativistin við hesum, at tað ikki so nógv er ein spurningur um at “ræðast tað ókenda”, men pengagraðar bløðruskallar klæddir sum holistisk vísindafólk, kemur øðin í hann: “Men eg varð kureraður av slanguolju, forkølilsið hjá Sólarglæmu fór burtur nógv skjótari enn vanligt aftaná angaviðgerð, Eygnagras fór eitt rend inn til gandalæknan, har indiskir álvar og kinesiskir vættrar sluppu at dansa á svára rygginum, og nú, 26 mánaðir seinni, hevur systi tað gott, meðan pressaðu hømiliurnar úti í havanum við supplerandi akupunkturi og hondleking fjernaði nakkahaldið hjá Høvurhalla. Ja, og Reyðstólpa doyði ikki innan eitt ár, sum tey í Ríkinum spáddu, men fyrst aftaná 1 ½ ár, so... hvat vita tey!”
Sum brellbiti til Vítt til veggja fortaldi Janus í Dali, “at onnur fólk ikki vita serliga nógv um tað (red: alternativar viðgerðarhættir) og halda tað vera nakað duldarfult og mystiskt”.
Altso, Janus, mega-keddur av at siga hetta, men vit “onnur fólk” vita altso ríkiligt um “tað”. Vit vita, at “tað” riggar ikki. Ongantíð gjørt tað. Ger tað ikki. Fer ongantíð at gera tað.
Men til hasi, ið ikki enn heilt 100 prosent vita tað, kann eg upplýsa, at eitt yvirlit yvir allar tær túsund vísindaligu kanningarnar av “alternativum heilivági” var almannagjørt beint eftir túsundársskiftið í Archives of Internal Medicine. Her var ávíst, at “none had performed better than a placebo. They had no specific effect beyond suggestion”.
Vissuliga, nøkur fólk fara altíð taka til sín hvat sum helst slag av viðgerð, tvs. reagera positivt, sjálvt til eina fullkomiliga nyttuleysa eina. Men kanst tú prógva, at tað er meiri enn placebo, ein lumpiviðgerð? Sjálvandi ikki.
Tann meiri “medisinska” forkláringin til hví so nógv fólk nú halda “alternativa viðgerð” vera so hot, er tí ikki vísinda-, men anekdotubaserað; ein persónlig forteljing, og hvussu modernað og desperat menniskju eru nakrir suckarir fyri eini øðrvísi fantasi-forteljing. Er tað ikki tað, at tey lúgva um virkningin av “alternativari viðgerð”, er tað nakað so nátúrligt og klassiskt sum “tíðin”, ið aloftast hevur fiksað ímyndaða ella faktiska problemið, ella symptomið uppá tað.
Ein triðji møguleiki, men so eru eisini allir troyttir, er hesin: at tín sannleiki endar sum Sannleikin við tí fylgju, at tú sum tilbiðjari av “tí alternativa” so líðandi tvingar teg at halda, at viðgerðin, sum ikki kann rigga, riggar allíkavæl, hvat so aftur er dekan placebosligt.
Ein og hvør healara-gesjæft, sum roynir at yvirtala teg at keypa “himmalska orku-tænastu”, er á leið líka vísindaliga virðiligur sum Sidney Lee. Nettupp fyri at vísa á, at her kortini er okkurt slag av vísindaligum trúvirði í hesum ovurkapitalistiska volapykki, brúka tey í Vítt til veggja kvasi-akademisk heiti sosum “helseklinik”, “support management”, “narrativa arbeiðsumhvørvið” og so “master coach” í, ja, tað er so tað...
Verjarnir hjá “alternativum heilivági” siga annars, at tað er “ein yvirnatúrlig leking, ið viðger alt menniskjað og tess samband við kosmos”, sett upp ímóti “ísakaldari, rationalistiskari vísund”. Hatta ljóðar deiliga rurandi, men har er líka ein trupulleiki: tað er lygn.
Tá ið journalisturin John Diamond, ímóti sínum vilja, lá til at doyggja, bjóðaði hann 10.000 pund til vælgerð, vald av Prins Charles, um krúnprinsurin kundi lata honum so mikið sum eitt másasligt prógv fyri hansara hevdan, at “alternativar viðgerðir kunnu lekja krabbasjúklingar”. Ikki tær at siga doyði John ikki 10.000 pund fátækari.
Og John doyði ikki, tí hann manglaði handa gátuføra orkufloymin kallaður Qi, sum hvørki medisin ella lívfrøði kann uppdaga. Hann doyði ikki, tí hann ikki hevði nóg mikið av “orku” í kroppinum, sum annars, sambært Janusi, skal til fyri at “gera tað arbeiðið [sic], hann nú einaferð skal fyri at koma fyri seg aftur”. Og tað var ikki tí, at hansara kroppur ikki var nóg “móttakiligur” ella ov “innilokaður”.
Forrestin, hatta við móttakiligheitini, hmmm!, eitt sindur av einum cop-out. Er kroppurin “móttakiligur”, íðan, so “merkir viðkomandi eina veruliga broyting”. Juhuu, sært tú, eg dugi og viðgerðin riggar—og øll fara at hoyra um hetta “mirakkul”. Um ikki, um null broyting, null bati, so er tað væl tí, at kroppurin er ov “ómóttakiligur”. So óansæð broyting ella ei, bata ella ei, vinnur Janus Healarin altíð.
Og John Diamond doyði heldur ikki, tí hann ikki lurtaði eftir Olgu Hentze, eigari av helseklinikken Harmony og pro-luttakari í Vítt til veggja. Olga, sært tú, kom til Føroya við opinberingini, at “natura medicine, that I am practising can help any problem [] this is all up to you, your health is in your hands. Nobody else. No doctors. No medicine. No pills [] If you have cancer you can still live if you are ready to fight for your life.”
Lat meg byrja við tí seinastu erkleringini. Kanska er tað bara ótoleranti eg, men eg haldi tað so vera nokkso harðhjartað at fortelja fólki, at teirra nærmastu doyðu “tí tey ikki vóru nóg villug at berjast fyri sínum lívi”. Eg sum helt, at tey doyðu av krabba, av tí at krabbamein er ein deyðilig sjúka.
Ókey, flest yppa øksl og ganga út frá, at “alternativur heilivágur” er eitt óskaðiligt, vesturlendskt miðalklassa-njótilsi. Men hvussu kann tað vera óskaðiligt at fáa vinning burturúr at selja lygnir til sjúk og hasi á deyðastrá við ógvusligari sjúku og deyða sum fylgju?
So vitja endiliga hasa næstu Vítt til veggja, men lat tá vera við at halda, at tú ert eitt petti betri enn teir celebrity-deiggjheilar, tú og tínir vanguard-vinir vanliga flenna at.