Tað er dýrt at tapa á heimavølli

Meistararnir í B36 eru teir einastu, sum allar níggju ferðirnar eru farnir av heimavøllinum við fullari úrtøku

 

Samanum


Fótbóltsárið 2001 er mest sum av ? í hvussu so er heima á landi. Í altjóða høpi eru fleiri uppgávur eftir. Í hesi vikuni eru meistararnir í kvinnufótbólti í fjør (við meistaraskapinum í ár hava tær longu kvalifiserað seg til kappingina um eitt ár), KÍ, í Finnlandi, har tær fyri fyrstu ferð royna seg í Europa Cup.

Leygardagin skal landsliðið spæla síðsta HM undankappingardystin.Tað verður í Slovenia. Síðst í mánaðinum skulu Jógvan Martin Olsen og tveir av spælarunum, sum í morgin fara til Slovenia, aftur niður á Balkan. Tað skulu teir, tá U?19 landsliðið skal spæla í EM undankapping. Tann kappingin verður eisini í Slovenia, og U?17 landsliðið hjá Mattiasi Davidsen skal eisini royna seg uttanfyri landoddarnar í EM undankapping. Tað verður 17. og 19. oktober, tá mótstøðulondini verða Sveis og Wales.

Heima á landi er fótbóltsárið næstan av. Einastu dystirnir, sum eru eftir, eru teir ímillum B71 og Skála. Tey skulu komandi tveir leygardagarnar spæla um eitt pláss í bestu deildini, og so skulu KÍ og Royn komandi leygardag spæla seinna dystin um eitt pláss í næstbestu deildini. Dysturin í Hvalba síðsta leygardag endaði 1?1, so har er púra opið.


Bronsuspenningur

B36 var meistari, tá teir fóru til Vágs. Teir fóru suður fríggjakvøldið, tí teir ynsktu at vera væl fyri og enda árið við manér, men tað kiksaði. Sinniliga og likamliga yvirskotið, sum skal til at vinna ímóti hinum oddaliðunum var ikki har. Vágbingar høvdu yvirskotið, teir vunnu, og eina løtu tóktist tað, sum um teir høvdu vunnið bronsumerkini, sum FSF hevði latið býráðsformanninum í Klaksvík. Í FSF mundu teir ikki rokna við, at bæði B68 og B36 fóru at tapa.

Men tað var hetta, sum sá út til at gerast veruleikin. B68 átti síðstu royndina í Klaksvík, og tað eydnaðist at javna til 2?2. Spenningurin um bronsukrónurnar var so stórur, sum hann ikki hevur verið um gullkrónurnar síðani 1994, tá GÍ skoraði í síðstu løtu. Tað var eisini í Klaksvík, og tá vóru tað teir í HB, sum vóru vónsviknir. Mest spennandi síðsti leikdagurin í bestu deildini mundi vera í 1987, tá tað í allar síðstu løtu varð greitt, at TB var meistari, meðan HB og GÍ vóru vónbrotin.


Vágamenn siga farvæl

FS Vágar flutti leygardagin niður í 2. deild. Teir sprellaðu fyrstu løtuna og fingu mál, men tað var ikki nóg mikið ímóti HB, sum hóast vánaligasta kappingarárið nakrantíð var væl betri, enn niðurflytararnir vóru.

Annar av FSV venjarunum, Albert Ellefsen, segði í útvarpinum fríggjadagin, at uttan mun til, hvar FSV fór at spæla komandi ár, so fóru teir at vera betri fyri, enn teir hava verið í ár. Eftir dystin leygardagin endurtók Albert tað, sum hann ofta hevur sagt um, at tað krevst ein hugburðsbroyting til í Vágum, um FSV skal standa seg. Hann vísti á, at Vágoyggin altíð er niðast í ítrótti. Í fótbólti og hondbólti er nakað um hetta, og í øðrum ítróttargreinum hevur tað ofta eisini roynst soltið. Men flogbóltskvinnurnar í Drátti hava seinastu árini víst, at tað ber til hjá teimum í Vágum at standa seg í kappingini við tey bestu, og tað sama hava onkrar kappróðrarmanningar har vesturi gjørt.

Royndin við útlendskum venjara í fjør og í ár miseydnaðist fullkomuliga. Ivaleyst verða tað lokalar kreftir, sum skulu standa á odda, tá FSV fer at gera eina nýggja roynd at koma ímillum tey fremstu, og tað áttu at verið góðar vónir fyri, at tað fer at eydnast. Kappingarneytarnir vera ÍF, Sumba, LÍF, Skála ella B71 og kanska Royn.


Heimavøllurin týdningarmikil

Tað verður ofta tikið til, at um tú skalt hugsa um at vera við í kappingini í toppinum, so er alneyðugt at vinna allar dystirnar á heimavølli. Gongdin í júst lokna kappingarárinum undirstrikar hetta.

Meistaraliðið úr B36 er tað einasta, sum hevur vunnið allar níggju dystirnar á heimavølli. GÍ tapti 1?0 í Sarpigerði ímóti NSÍ, og teir megnaðu bara 1?1 á heimavøli ímóti VB. Høvdu teir havt hesi fimm stigini fleiri, so hevði meistaraskapurin endað í Gøtu og ikki í B36. Og so kunnu vit meta um, hvussu tað hevði spælt av í Vági leygardagin, um B36 hevði havt knívin á barkanum.

Vágbingar iðra seg sjálvandi um, at triðja plássið glapp teimum av hondum í evstu løtu. Tá teir líta aftur á kappngarárið fyri at minna seg á, hvar teir kundu havt vunnið tað stigið, sum leygardagin restaði, so minnast teir ivaleyst 2?1 heimatapið ímóti KÍ og heimatapið ímóti GÍ, sum vann 2?1 í Vági. Men teir iðra seg ivaleyst mest av øllum um, at teir síðstu átta minuttirnar í Miðvági mistu øll stigini.

Toftamenn hava eisini søplað á heimavølli. Teir taptu 2?0 ímóti B36, teir taptu 4?1 ímóti VB, og teir spældu 2?2 ímóti GÍ.

HB hevur ongantíð í nýggjari tíð havt eitt so vánaligt kappingarár sum í ár, og tað er sjáldan komið fyri, at KÍ ikki hevur verið omanfyri miðjuna. HB í Gundadali og KÍ í Klaksvík plaga at vera ov stórir bitar. Men í ár hava bæði KÍ og HB bara vunnið fýra heimadystir.


Fyrireikingarnar

Vit hava fyrr í heyst nevnt, at sjøtul langt síðani er settur á fyrireikingarnar til komandi kappingarár og harvið kappingin um FM heitið og Europa Cup luttøku.

Sáttmáli er ikki undirskrivaður millum Piotr Krakowski og B36, men tað hevði verið undarligt, um samstarvið ikki helt fram. Ivaleyst skulu teir í meistarafelagnum eitt sindur longri niður í lumman, men tað hava teir ráð til, nú milliónin frá UEFA er meiri enn í eygsjón (sjálvt um hon ikki verður útgoldin fyrrenn á sumri í 2003.

B68 spennir bogan við nýggjum høvuðsvenjara, og í Gøtu, í Runavík, í Vági og í HB sigast venjaraviðurskiftini vera komin upp á pláss. Í Sundalangum sigast viðurskiftini vera komin í rættlag. Í Klaksvík bíða teir, og á Sandi, á Skála og á Tvøroyri hava teir av góðum grundum einki gjørt enn.

Kappingin um spælararnar er stór. Ítróttarsosialurin fer at fylgja við. Men higani fara vit at takka øllum fyri eitt gott kappingarár. Ikki minst góðu heimildarfólkini kring landið fáa eina heilsu.