Tað er fínt at handlar sleppa at selja grind

– Vit skulu fylgja við tíðini, sigur formaðurin í Grindamannafelagnum, men verða reglurnar broyttar, hevur hann eitt serligt ynski

 

Vit halda, at tað er fínt, at handlar sleppa at selja grind, og at matstovur sleppa at borðreiða við grind. Tað sigur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum.

Hendan dagin fortaldi Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, at hann fer at broyta reglurnar um grind, soleiðis at tað nú eisini verður loyvt at selja grind í handlum, og soleiðis at matstovur sleppa at borðreiða við grind.

LES MEIRI UM TAÐ HER: Ein avgerðandi broyting í sambandi við grindadráp

Føroyingar hava altíð erpað sær av, at hjá okkum er grind ikki handilsvøra, men verður býtt út til fólk fyri einki. Men Helgi Abrahamsen sigur, at tað er ikki eitt argument, vit brúka mótvegis útlendingum, tá ið vit skulu verja grindadráp.

Ólavur Sjúrðarberg sigur, at tey hava ongar atfinningar ímóti, at grind verður seld í handlum og á matstovum.

– Tað er okkara sjónarmið, at tá ið fólk hava fingið sín grindapart, stendur tað teimum frítt fyri at gera av, hvat tey brúka hann til. Sostatt kunnu tey brúka grindina sjálvi, tey kunnu geva hana burtur, ella tey kunnu selja hana, antin privat, ella til ein handil.

– Í roynd og veru er tað ikki ókent at selja grind, tí fyrr var tað vanligt, at sýslumaðurin seldi hval á uppboði fyri grindaskaðar, sigur Ólavur Sjúrðarberg.

Men hann sigur, at verða reglurnar broyttar, hevur hann eitt ynski, og tað er, at kokkar og matstovur fáa høvi at keypa sær nakað av grind at borðreiða fyri fólki.

– Tað eru ikki so fá ferðafólk, sum hava hug at royna grind, tá ið tey koma hendanvegin, men sum støðan er nú, er lítil og eingin møguleiki fyri tí, sigur hann. Tí heldur hann, at kokkar og matstovur eiga at fáa høvi til at keypa grind og hann heldur, at tað kann gerast upp á sama máta, sum varð gjørt fyrr, har nakrir hvalir verða seldir á uppboði.

Tað eru eisini nógvir føroyingar, serliga í høvuðstaðarøkinum, sum ikki fáa fatur á grind, uttan at tey keypaa tað og tí eisini tí tekur hann undir við, at handlar sleppa at selja grind.