Tað er øgiliga ringt at taka eina avgerð

Eg skilji væl, at sjúklingar eru desperatir, men spurningurin er, hvussu klókt tað at gera ímóti heilsufakliga serkunnleikanum, sigur Sirið Stenberg

– Eg sleppi ikki undan at taka eina avgerð – og tað fari eg eisini at gera.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, er enn ikki komin til nakra niðurstøðu um ávísir sjúklingar í Føroyum skulu kunnu fáa viðger við heilivági við kannabis, ella ikki.

 

Í løgtinginum nú ein dagin vildi Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hvussu gongur við at taka eina avgerð um føroyskir sjúklingar fara at fáa lættari atgongd til viðgerð við kannabisheilivági, ella ikki.

 

Sirið Stenberg er komin í eitt sindur av eini knípu í hesum máli. Tað er mestsum eitt krav frá sjúklingum, og frá ávísum læknum og politikarum, at føroyskir sjúkligar skulu fáa atgongd til heilivág við kannabis. Men samstundis hevur heilsufakligi myndugleikin, sum er landslæknin og landsapotekarin, mælt frá at reglurnar verða broyttar.

 

Sirið stenberg sigur, at enn er málið í viðgerð, og at tey fylgja rættiliga væl við gongdini í øðrum londum. Men hon sigur, at tað verður neyðugt at koma til eina niðurstøðu, áðrenn árið er farið.

 

Men hon ásannar samstundis, at hon er komin í eina rættiliga tvístøðu, tí hetta er ein ógvuliga trupul avgerð at taka.

 

– Í hesum máli eru tað eru tvey mótstríðandi atlit at taka, men hvat skulu vit velja. Eg skilji væl, at sjúklingar eru desperatir eftir at fáa hjálp, og stóð eg í somu støðu, hevði eg eisini verið tað, tí hvør er ikki tað staðfestir hon.

 

Hinvegin hava vit tey heilsufakligu atlitini at taka, og tey siga, at ongi haldgóð prógv eru fyri, at heilivágur við kannabis er til nakað serligt gagn fyri sjúklingin. Tískil verður mælt frá at broyta verandi mannagongd, har einstakir yvirlæknar hava heimild at geva ávísum sjúklingum viðgerð við ávísum sløgum av kannabis-heilivági við loyvi frá landslæknanum.

 

– Og vísir tað seg, at heilivágur við kannabis hevur óheppin hjáárin við sær, sum ikki vísa seg fyrrenn ein tíð er fráliðin, hvør skal so standa við ábyrgdini, spyr hon.

 

Hon vísir á, at í Danmark eru tey í hvussu so er komin til ta niðurstøðu, at hóast tey nú fara undir eina royndarverkætlan við kannabis, skulu børn ikki fáa viðgerð við kannabis, tí tey eru enn í menning og tað kann tarna menningini.

 

Sonja Jógvansdóttir heldur, at bara tað kann hjálpa nøkrum heilt fáum sjúklingum at fáa viðgerð við kannabis, er nógv vunnið, og tí heitir hon inniliga á landsstýriskvinnuna um at seta eina skipan í verk, eins og tey hava gjørt í Danmark, har tey nú fara undir eina fýra ára royndartíð ið at geva fleiri sjúklingum viðgerð við kannabis.

 

Men hon ásannar, at málið er serstakt, tí í Danmark hevur heilsufakligi myndugleikin mælt frá at geva fleiri sjúklingum viðger við kannabis. Men har hava politikararnir, tikið myndugleikan av ræði, og hava tikið sakina í egnar hendur, og hava samtykt at seta eina royndarskipan í verk kortini.

 

Eisini Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sum eisini er kommunulækni, heitir á landsstýriskinnuna um at fáa eina skipan í verk við kannabisviðgerð í Føroyum, sum líkist teirri donsku. Og hann hevur eisini sagt, at vil Sirið Stenberg ikki gera tað, fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um tað.