Skuldsetingar
? Tað verður ikki Gunnleivur Dalsgarð, sum ger av, hvat eg sigi og geri.
Jan Mortensen á Føroya Arbeiðsgevarafelag ger ikkistórvegis viðmerkingar til kravið frá formanninum í Starvsmannafelagnum í greinini omanfyri.
Men hann sigur, at um tað, sum fer fram, skal kallast anarki, ella okkurt annað, veit hann ikki
? Men vit vita, at fútin hevur staðfest, at onkrar blokadur hjá fakfeløgunum eru ólógligar .
?Men sambært fakfeløgunum, er Løgtingið og serliga samgongan, ímóti teimum, Karsten Hansen, landsstýrismaður somuleiðis, løgreglan og fútin er beinleiðis í parti við arbeiðsgevarununum og semingsmennninir eru ógegnigir.
? Sostatt er galið við øllum myndugleikum, sum eru settir at handfara hesi viðurskifti.
Og tað kann eisini staðfestast á heimasíðuni hjá Føroya Arbeiðarafelag, at nevndarlimir í Arbeiðsgevarafelagnum verða meiri og minni beinleiðis hóttir uppá teirra livibreyð, tí har verður sagt, at limirnir í fakfeløgum eiga at umhugsa, hvaðani teir keypa sínar vørur og har verður nevndin í arbeiðsgevarafelagnum og tað, sum teir takst við, beinleiðis nevnt
MYND AV JAN MORTENSEN
Jan Mortensen vil ikki lata Gunnleiv Dalsgsrð geva sær harraboð um, hvat hann skal gera ella ikki