Tað er ikki pláss fyri Lamhauge

Dystarvenjingin hjá føroyska landsliðsspælaranum Christiani Lamhauge Holst hevur ikki verið nógv í vár, og tá ið Silkeborg við 2-1 útisigri í Roskilde í gjár tók seg enn eitt stig nærri uppflytingarplássunum, var heldur ikki pláss fyri føroyska landsliðsspælaranum millum teir tríggjar, sum í 2. hálvleiki vórðu skiftir inn.

Silkeborg hevur 38 stig fyri 18 dystir. Frammanfyri eru Viborg við 39 stigum og Herfølge við 40 stigum. Hesi bæði liðini hava spælt 19 dystir.

2. páskadag fer Silkeborg at fáa vitjan av Fredericia, og tað er longu greitt, at hesa ferð verður neyðugt at gera broytingar. Fimm tær seinastu ferðirnar hava teir somu ellivu verið á vøllinum frá fyrsta bríksli. Nú verða tveir spælarar, sum í gjár sóu gult, leikbannaðir.