Kringvarp
- Tað kann ikki vera rætt, at vit skulu verða noydd at bakka.
Jógvan Jespersen, stjóri í Kringvarpinum, er ikki samdur við teimum, sum hava fýlst á, at Løgtingið nú hevur samtykt, at Kringvarpið eisini skal sleppa at senda útlendskar, almennar rásir, eisini nevndar Public Service, rásir, eitt nú DR og NRK og aðrar.
Stjórin í Kringvarpinum vísir á, at heilt síðani Sjónvarpið varð stovnað fyri meiri enn 20 árum síðani, hevur tað livað at endurvarpa sendingar hjá DR og í ein ávísan mun, eisini sendingar frá TV2, umframt aðrar sendingar, sum tað hevur keypt og framleitt sjálvt.
Men hesi seinastu árini eru so eisini Televarpið og Canal Digital farin at senda DR.
- Men fyri tað um onnur nú eisini eru farin at senda DR, kann avleiðingin av ikki vera, at Sjónvarp Føroya skal noyðast at gevast.
- So kann onkur halda, at tað er kappingaravlagandi, men tað vóru altso vit, sum byrjaðu at senda DR, nógv ár áðrenn Televarpið og Canal-Digital byrjaðu.
Hann sigur, at sjálvandi ber til at spyrja, um tað er nakað endamál í, at Sjónvarp Føroya eisini varpar sendingar hjá DR, sum nógv flestu føroyingar frammanundan síggja beinleiðis í Televarpinum ella Canal Digital.
Men hann vísir á, at skulu vit hava eitt føroyskt sjónvarp, má tað hava eitt minstamark av sendingum fyri at hyggjarin yvirhøvur vil góðtaka tilboðið.
-Tað vildi eisini verið ómøguligt at kravt 2000 krónur í hyggjaragjaldi frá fólki og givið teimum tveir tímar um dagin av føroyskum sjónvarpið afturfyri
- Men vit vita, at tað er ógvuliga tungt at fáa Kringvarpslógina broytta og tað er orsøkin til, at vit nú vildu hava tað við í lógina, at vit skulu hava møguleika at senda útlendskar, almennar rásir.
Hann leggur afturat, at tað er besta boðið hjá Kringvarpinum uppá, hvussu eitt føroyskt sjónvarp kann yvirliva.
Langur vegur eftir
Jógvan Jespersen vísir á, at hóast tað nú kemur í lógina, er langur vegur eftir, áðrenn Sjónvarpið kann senda aðrar rásir.
- Vit skulu hava sendiloyvi og onnur loyvi. Men tað fyrsta og størsta fortreytin er, at vit fáa eitt nýtt, digitalt sendinet við fimm rásum.
Og nær tað verður, er tað ongin sum veit, tí tað er ein politiskur spurningur, sum støða ikki er tikin til enn.
Tað er heldur ikki avgjørt, um eitt nýtt sendinet skal byggjast, ella um Sjónvarp Føroya skal fáa pláss á sendinetinum hjá Televarpinum.
- Í londunum rundanum okkum, verður dentur lagdur á, at almennu kringvørpini skulu hava ræðið á sendinetinum.
Tveir møguleikar
Í sambandi við framtíðar sendinetið í Føroyum, hava tveir møguleikar verðið nevndir.
Tann fyrri møguleikin er, at tað almenna byggir eitt sendinet og tað fer at geva Kringvarpinum fimm rásir at ráða yvir.
Tað er ein íløga, sum kostar 20-25 milliónir, stendur í eini frágreiðing um framtíðar sendinetið.
Hin seinni møguleikin er, at tað almenna útbyggir sendinetið hjá Føroya Tele, so at tað dekkar alt landið og so fær Kringvarpið eina rás burturav tí. Tað er ein íløga, sum kostar einar 13 milliónir.
- Men tað er heilt greitt, at tað verður við teirri fyrru loysnini, at brúkarin fær nógv tað størstu nyttuna av íløguni, tí tá fær almenningurin fimm rásir.
- Taka vit tað seinnu loysnina, verður tað Televarpið, sum fær næstan alla nyttuna av íløguni, tí so fær Føroya Tele at dekka alt landið fyri almenna rokning.
Sjálvur er Jógvan Jespersen sannførdur um, at tað einasta rætta er, at tað almenna hevur ræðið á sendinetinum og kann avgerða, hvussu nógvar rásir, Kringvarpið skal hava.
- Men fyri tað er ikki sagt, at Kringvarpið og Televarpið ikki kunnu samstarva um sendinetið, men tað avgerðandi er, at tað er tað almenna, sum hevur ræðið á tí, leggur Kringvarpsstjórin afturat.
Missa átta milliónir
Annars er tað greitt, at eftir nýggju kringvarpslógini verða møguleikarnir hjá Kringvarpinum at fíggja virksemið við lýsingum, skerdir.
Tað stendur beinleiðis í lógini, at Kringvarpið kann ikki hava handilslýsingar á heimasíðuni.
Men í viðmerkingunum til lógina stendur eisini, at um fimm ár skal Kringvarpið heldur ikki longur sleppa at hava handilslýsingar.
Men so skal Kringvarpið aftur fáa inntøkurnar aðrastaðni frá.
Jógvan Jespersen sigur, at tað fer at geva Kringvarpinum ein inntøkumiss upp á átta milliónir.
- Nú stendur tað ikki í lógini, at vit skulu missa handilslýsingarnar, men tað er ein ætlan, sum politikararnir seta fram í viðmerkingunum til lógina.
Hinvegin stendur tað beinleiðis í lógini, at Kringvarpið sleppur ikki at hava lýsingar á heimasíðuni og tað halda vit, er ólogiskt tí hava vit loyvi lýsa, áttu vit eisini at kunna lýst, har lýsingar natúrliga eru og tað eisini á netinum, samstundis sum fólk brúka heimasíður meiri og meiri. Hin stóru tíðindaveitarin á netinum, Portalurin, fær framvegis loyvi at lýsa.
Kringvarpsstjórin sigur, at so verður tað ein politiskur spurningur, hvussu tað verður gripið ann.
- Men vit mugu staðfesta, at øll hesi 50 árini, síðani Útvarpið kom og øll hesi 22 árini, síðani Sjónvarpið kom, hevur tað so at siga ongantíð eydnast at fáa politiskan meiriluta fyri at játta pening á fíggjarlógina til raksturin. Spurningurin er, hvat fær politikarar at halda, at meiriluti er fyri tí í dag, sigur Jógvan Jespersen