LANDSLIÐIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Kiev, Ukraina: Klokkan sjey lokala tíð í stórbýnum Kiev trýsti legendan Oleg Blokhin á turbo-knøttin, sum annars ikki hevur verið nógv brúktur av honum seinastu tíðina. Hálvanannan tíma seinni slepti hann knøttinum. Tá kundi hann staðfesta, at tað enn var dugur í maskinrínum, sum annars ikki hevur koyrt so væl í ár.
Blokhin gjørdist tó nakað sveittur, og tað fuktaði millum tummilin og turbo-knøttin, tá 40 minuttir vóru spældir. Tá hevði tað framvegis ikki eydnast honum at yvirhála væl skipaða flokkin av føroyingum. Men so glapp og næstu níggju minuttirnar vóru føroyingar yvirhálaðir fýra ferðir, og so eina fimtu og síðstu ferð, tá góður tími var farin.
Jógvan Martin Olsen grundar. Fyri tað fyrsti hevur hann ongan turbo-knøtt at trýsta á. Í hvussu so er hevur hann ikki funnið hann enn. Fyri tað næsta hevur hansara maskina koyrt rættiliga illa í síðstuni. Orsøkin er alt defektum deilum til aðrar lutir, sum uttan víðari fara í baklás og mugu skiftast út.
Jógvan Martin Olsen hevur tó lappað og bøtt. Hevur til tíðir eisini brúkt deilir í slíkum støðum, har onnur trúu teir als ikki kundu brúkast.
Fyri tað triðja koyrdi maskina hansara í gjárkvøldið so væl, sum hon einaferð kann gera undir slíkum umstøðum. Kortini var hann yvirhálaður ikki bara eina ella tvær, men fimm ferðir! Undarligt, halda summi. Ikki tá Blokhin hevur so nógv betri maskinu, siga onnur.
Ambivalent kensla
Myndin omanfyri skal lýsa dystin og umstøðurnar, ið venjararnir virka undir. Jógvan Martin Olsen eigur at vera nøgdur við tað, hansara menn vístu á vøllinum í gjár. Bæði hann og røddir heima í Føroyum eftirlýstu vilja og ein ordiligan innsats frá leikarunum. Tað fekk hann og tað fekk fólkið í Føroyum eisini. Kortini rendi føroyska liðið seg inn í enn eitt stór tap. Tískil er tað ein ambivalent kensla, man nú situr eftir við.
Undir vanligum umstøðum er tað stór skomm at tapa 5-0. Tað gjørdu Føroyar í gjár, men leikararnir hava einki at skammast yvir. Áskoðararnir hava onga grund til at spæla flovir.
Frálíkir 40 minuttir
Fyrstu 40 minuttirnir vóru ótrúliga væl skipaðir og disiplineraðir frá okkara síðu.
Álopini floymdu oman móti Jákup Mikkelsen, innleggini vóru mong og skotroyndirnar nógvar. Men bert einaferð var veruligur vandi á ferð. Góðir tíggju minuttir vóru spældir. Ukraina hevði higartil roynt at brotið ígjøgnum í síðunum, uttan hetta var hepnast teimum serliga væl. Hesaferð royna teir so at fara ígjøgnum mitt á. Tað eydnast og brádliga er Jákup Mikkelsen einsamallur við einum ukraina. Royndi málverjin fær í evstu løtu takla bóltin burtur við hondini, og vinnur samstundis henda tvídystin. Ógvuliga væl vart fyri, og Føroyar vóru framvegis við í dystinum. Undan hesum var Mikkjal Thomassen farin út. At síggja til sami skaði sum hann hevur havt: hælsinan. Útskiftingin tóktiskt tó ikki at órógva føroyska spælið. Ella kanska heldur føroyska verjuspælið, tí frameftir vøllinum var tað ógvuliga avmarkað, ið føroyingarnir komu við. Teir tóku heldur ongar kjansir. Ein mynd, ið lýsir hetta væl, er frísparksstøða miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Bólturin liggur beint frammanfyri miðstrikuna. Aftanfyri hana standa fimm føroyingar. Uppi við brotsteigin hjá Ukraina standa aðrir fimm føroyingar, klárir at taka ímóti. Einki spurdist burtur úr hesum.
Tað tóktist tó sum um, at føroyingar høvdu fingið tað burtur úr, at Ukraina hesa løtuna ikki koyrdi við heilt somu ferð, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin.
Níggju svartir minuttir
Vit runda nú teir 40 minuttirnar og higartil feilfría føroyska kollektivið ger sín fyrsta feil. Tann annars vælspælandi debutanturin, Johan Troest Davidsen, verður fangaður á skeiva beininum av Kalinichenko. Hesin sneiðir inn um Johan, sum onga hjálp fær aftanfyri seg hesa løtuna, inn í brotsteigin og smekkar til. Skotið tekur í Óla Hansen, broytir kós og Jákup Mikkelsen er prísgivin.
Hálvan minutt seinni dummar Einar Hansen seg í hinum borðinum. Við bringuni roynir hann at leggja bóltin aftur til Jákup Mikkelsen, sum tó er alt ov langt burtur. Gusiev kemur í millum, Jákup Mikkelsen er seldur og málið tómt. 2-0!
Minuttin fyri steðgin er aftur galið. Skotið verður hart úti frá móti Jákup Mikkelsen. Hann megnar ikki at halda skotinum, Gusiev er kvikur á returinum og so er 3-0.
Hvat Jógvan Martin Olsen hevur sagt við leikararnar í steðginum er fyri so vítt undir ordnað. Tí seinni hálvleikur er bara tríggjar minuttir gamal, tá støðan gerst 4-0. Neyvan tað, ið føroyska liðið ætlaði at byggja seinna hálvleik á. Kalinichenko sleppur at standa púra leysur eftir frísparksinnlegg úr høgru, og so er lætt hjá honum at skora.
Upp á níggju minuttir hevur Ukraina skorað fýra mál – tað er flott!
Fimta málið – fyri nú at taka tað beinanvegin – er eisini eitt innlegg. Hesaferð úr vinstru, flatt til handaru stong har Kalinichenko aftur var framvið. Føroyska verjan vildi vera við, at Kalilichenko var rangstaddur, men málið var góðtikið.
Føroysku kjansirnir
Hóast tað var einvegis ferðsla mest sum allan dystin, eydnaðist tað føroyingum at skapa nakrar vandamiklar støður. Fyrsta málroyndin frá okkum, var eitt vánaligt langskot frá Símuni Samuelsen, eftir eitt annars fínt álop. Christian Høgni Jacobsen fekk okkara næsta møguleika, tá Rógvi Jacobsen spældi hann leysan, men vinkulin gjørdist ov spískur. Eisini Holst spældi Christian Høgna lesyan við einum dreymi av einum stikningi, men runavíkingurin varð runnin aftur av verjuni. Christian Høgni Jacobsen fekk eisini ein triðja møguleika, tá Símun Samuelsen sendi tvørtur um vøllin, men tað tóktist koma so óvart á hann, at hann ikki fekk tamarhald á bóltinum.
Seinastu føroysku royndina við biti í átti Christian Lamhauge Holst, tá sendi eitt kanónskot beint framvið málinum.
Meðan hatta vóru føroysku royndirnar á málið hjá Pyatov, høvdu hansara liðfelagar nógvar naskar royndir móti Jákupi Mikkelsen í hinum endanum. Men fleiri mál komu ikki.
Betri enn seinast
Hvat so? Enn eitt stórtap, men kortini var úrslitið betri enn seinast. Frá 6-0 til 5-0. Tað kunnu vit ikki brúka til so nógv. Tað vit kunnu brúka er, at innsatsurin frá føroyska liðnum var framúrskarandi. Menn vildi og menn strýddust. At Ukraina, Blokhin, Gusiev og Kalinichenko vildu tað øðrvísi, fáa vit ikki gjørt so nógv við. Eftir tapið leygardagin reistist Ukraina. Tað gjørdi føroyska liðið fyri so vítt eisini.