Tað er meiri krút í argjamonnum

8-mannafør: Aftur í dag vann Argjabáturin í tættari kapping við Árnfirðing

Mynstrið í kappingini millum 8-mannaførini var tað sama, sum tað hevur verið undanfarnu ferðirnar.

Tað vóru tríggir bátar, sum luttóku í kappingini, og talan var um tvíkapping millum Argjabátin og Árnfirðing.

 

Eina løtu var tað mest sum stavn um stavn, men í endaspurtinum hilnaðist tað betri hjá argjamonnum. Argjabáturin var tað mesta av hálvari bátslongd undan Árnfirðingi, tá ið bátarnir fóru um málið.

 

Ørvur hevur verið triði luttakarin í hesi kappingini. Teir úr Havnar Róðrarfelag vóru eisini við hesa ferð. Í dag mannaðu teir Nevið Reyða, sum klaksvíkingar eiga.

 

1 Argjabáturin 04.53.23

2 Árnfirðingur 04.54.37

3 Nevið Reyða 05.06.17