- Gamlar dangur - jú, tað finnast eisini nýggjar dangur. Undarligt, at bæði fólkavaldir politikkarar og vælútbúgvin fólk snakka um gamlar dangur. Tey vita ikki, hvaðani orðið "danga" stavar.
Tað skrivar skiparin á frystilínuskipinum Ågot á sínari Facebook-síðu í kvøld. Hann dylur ikki fyri, at hann sjálvur ongar trupulleikar hevur av, at skipið hjá teimum er blivið 48 ára gamalt.
- Eg haldi sjálvur, at skipið er rímiliga væl rikið. Vit klára at frysta 15-16 tons um samdøgnið við somu fiskagóðsku, sum teir nýggju norsku línubátarnir, ið kosta 150 miljónir krónur.
Hjaltur Poulsen vísir á, at umborð á Ågot verður fiskurin blóðgaður við rulluna. Tá hann er útbløddur, verður hann heysaður. Síðan verður fiskurin kruvdur, vaskaður og skildur í frystararnar, har hann verður frystur niður á 20-22 stig.
- At enda fer fiskurin í lastina, har kuldin liggur á umleið 25 stigum.
Skiparin vísir á, at tað nógva snakkið hjá fólkavaldum og vælútbúnum snýr seg um at byggja nýggj skip fyri at kunna virðisøkja, men hetta er júst tað, sum allir frystibátar í Noregi og Føroyum gera.
- Skal man nú uppfinna hin djúpa tallerkin einaferð aftrat, spyr Hjaltur Poulsen á sínari Facebook-síðu í dag, samstundis sum hann ynskir øllum ein góðan dag.