Tað er sakin at arbeiða

Peter Sigurd Rasmussen byrjaði sum 19 ára gamal uppá sítt lærarayrki. Tá hann í 1996 fór frá, hevði hann starvast sum lærari í 50 ár. Hóast hann fór frá fyri 13 árum síðan, er hann framvegis at finna í lærarahølinum. Fyri hann er eydnan at arbeiða

Heilsan er eittans, og tað snýr seg um at duga at innrætta seg. Soleiðis byrjar 75 ára gamli Peter Sigurd Rasmussen prátið um lívið sum pensionistur.

- Og so havi eg altíð sagt við børnini hjá mær, at eydnan er at arbeiða. Og tí haldi eg fast við.

Hann hevur tað trupult við at binda frið. Hóast 13 ár eru liðin síðan hann fór frá við pensjón, er hann framvegis í starvi. Hann undirvísir 11 tímar um vikuna í Hoyvíkar skúla, í lærugreinunum danskt, rokning og kristni. Og hóast tímarnir kundu verið færri, hevur hann funnið út av at honum dámar betri og betri at undirvísa. Gamaní er skúlin ikki tann sami, sum fyri 60 árum síðan, men hann hevur ikki mist hugin til at undirvísa.

- Tað síðsta eg ætlaði, var at gerast lærari. Mær tókti so synd í lærarum, tá eg var ungur, tí eg helt teir ikki altíð høvdu tað so stuttligt av okkum næmingum.

Men yrkislívið hjá Peter Sigurd Rasmussen hevur fyri ein part verið myndað av tilvildini. Ein einasta túr fór hann til skips, og var tað við slupp til Grønlands. Tað var beint eftir lokið studentsprógv í 1953.

- Soleiðis forvann eg mær nakað av lestrarkapitali, tí studningur var ein býur í Kina. Eg fór niður at lesa, men lesturin miseydnaðist orsaka av sjúku, og eg mátti gevast og flyta heim aftur.


Lærari av tilvild

Heim komin til Føroya, søkti hann av nýggjum á danskan skúla. Bræv kom seint úr Danmark til hansara, um at hann skuldi møta beinanvegin á skúlanum, og tá tað ikki bar til, fór hann inn til rektaran á studentaskúlanum og bað hann ringja niður og spyrja, um hann kundi møta seinni.

- Eg fekk tey boðini, at eg kundi bara søkja av nýggjum árið eftir. Og skipið, sum eg kundi farið við í staðin, var júst farið. Tá sigur rektarin, at eg kom sum kallaður, tí skúlin í Kollafirði manglaði ein vikar. Eg helt ikki, at tað var nakað fyri meg, men lat meg yvirtala, og fór sum 19 ára gamal til Kollafjarðar at starvast sum vikarur, og ein nýggj ætlan birtist.

Og soleiðis byrjaði langa lærarayrkið hjá Peter Sigurd Rasmussen. Hann var vikarur í tvey ár, sum hann so fekk góðskrivað, tá hann søkti inn á Føroya Læraraskúla, og varð hann útbúgvin lærari í 1958.

- Jú, kollfirðingar góvu mær ein góðan start. Síðan eg byrjaði sum vikarur fyrstu ferð, havi eg undirvíst í 50 ár. Eg valdi at taka av, tá eg fekk bjóðað at fara frá við fullari pensjón sum 63 ára gamal. Skúlin var í eini broytingartíð, og mær dámdi ikki broytta hugburðin. Eg føldi meg tá mest sum barnaansara og minni sum undirvísara.

Hann viðgongur, at tað er strævið at vera lærari. Og klárar ein ikki at halda stýr á einum flokki, skal ein als ikki vera lærari, heldur hann. Hugburðurin seinnu árini er nógv broyttur, og saknar Peter Sigurd ein annan hugburð millum børn til at ganga í skúla. Hann stúrsaði við ein dagin, hann hoyrdi um kanning, sum vísti, at fleiri enn 80 prosent av 5000 spurdum mammum søgdu seg vilja hava børnini til fyrst og fremst at vera sjálvbjargin, og bert níggju prosent vildu hava tey at akta fyrst og fremst. Hann hevur skotið upp fyri Føroya Lærarafelag, at brúka kristnitímarnar til floksins tíma fyri at bøta um skúlahugburðin.

- Tann tímin kann soleiðis eisini nýtast til at tosa við børnini um etikk, til dømis.



Tvíburafamiljan

Eftir at Peter Sigurd var liðugur á Læraraskúlanum, fór hann til Fuglafjarðar at arbeiða. Har hitti hann eina fitta gentu. Men orsaka av deyðsfalli valdi hann at flyta aftur til Havnar.

- Hon kom ikki við tá. Men seks ár seinni vóru vit bæði gift, sigur hann og smílist.

Hann er uppvaksin við tvíburasystkjum, konan er tvíburi, tvær av døtrunum eru tvíburar, og fyri trimum árum síðan komu tvíburaabbadøtur til verðina. Nakað óvæntað var tað, men til størstu gleði fyri abban. Myndirnar av smágentunum hava fingið heiðurspláss í kjallarastovuni við Djúpagilsvegin, sum er vorðið ellisheimið hjá Peter Sigurdi og konuni, sum hann kallar tað.

Hann dylir ikki fyri, at hann hevur tað gott sum pensionistur. Men sum hann legði út við at siga, so trívist hann best við at hava okkurt at gera. Og hann hevur altíð arbeitt. Tá hann ikki hevur arbeitt, hevur hann gingið í skúla. Hann hevur tikið tvær eftirútbúgvingar, eina í Danmark og eina í Onglandi.

- Líka síðan eg fekk mín fyrsta lønarseðil sum lærari, havi eg goldið til mína pensjón. Men tað nívir meg, at ikki øll fingu so góðar treytir í hesum landinum. Eg hevði ein vinmann, sum einans hevði fólkapensjónina at liva av. Hann var vrakari, og tá hann av og á varð biðin um at koma til arbeiðis eftir at hann var farin á pensjón, varð hann revsaður fyri tað, við tað at tað varð tikið av hansara pensjón.


Ongin skal revsast fyri at arbeiða

Øll, sum ynskja tað, skuldu sjálvsagt sloppið at arbeitt, uttan at verða revsað fyri tað, er hansara sannføring. Sum fyrrverandi limur í nevndini í Lærarafelagnum og harvið virkin innan fakfelagsarbeiði, veit hann, hvat hann tosar um.

- Ein skal ansa eftir skuld, tá ein nærkast pensjónsaldri, el og hiti fer við eini rúgvu av pengum, og oljan er so dýr. Nógv er gjørt skeivt á hesum øki, men tað ber til at bøta um hetta. Fyrst og fremst hava vit bert brúk fyri seriøsum og dugnaligum politikarum, og hesum hava vit alt ov fáar av í dag. Hesum hava politisku flokkarnir ábyrgdina og skuldina av.

Hann heldur fram, og sigur at fokus eigur at vera á Palleba og Marsannu. Hóast tvey feløg selja oljuna, metir hann at monopol ræður á økinum, har eingin av okkum hevur møguleikan at fylgja við príspolitikkinum.

- Landið átti at havt stýring á hesi vøru, sum í dag er neyðsynjavøra hjá hvørjum einstøkum húsarhaldi. Kringvarpsgjaldið skuldi verið gjørt solidariskt, soleiðis at øll gjalda umvegis skattin, og tað sama við sjúkrakassagjaldinum. Tað gongur ov seint at fáa hesi tingini uppá pláss, og ov nógv tíð fer við at keglast um sekunder ting.


Sakin at ráða yvir tímatalvuni

Peter Sigurd Rasmussen er kendur havnamaður, ið hevur tænt HB, Kyndli og H71 væl. Hann vaks upp í HB, og spældi á besta liði og landsliði í nógv ár. Handbóltinum helt hann fram við til hann fyri trimum árum síðan fylti 72 ár. Stutt eftir at hann í 1990 árunum var fluttur niðan í Djúpagilsvegin, bankaði á dyrnar. Har stóðu tvær mammur, ið leitaðu eftir handbóltsvenjara til eitt dreingjalið hjá H71. Millum dreingirnar, hann hevur vant, vóru fleiri ið spæla við besta liðnum hjá H71 í dag.

- Eg havi ongantíð havt tørv á at ganga í klubbar og tílíkt. Men eina ferð um vikuna spæli eg bridge, og eg havi ov mikið at gera í túninum við urtagarði og tílíkum. Vit hava eisini eini hús í Fuglafirði at taka okkum av. Ja, eg havi nógvar titlar. Eg eri bæði húskallur og gartnari.

Hóast hann ongantíð blandaði seg upp í politiska spælið, dámar honum væl at diskutera politikk, tá fólk sita saman í eini stovu. Tað fær hann ríkiligt høvi til í lærarastovuni í Hoyvíkar skúla, har hann starvast í løtuni.

- Síðan eg fór frá í 1996, havi eg vitjað ymiskar skúlar. Norðskála-Oyrabakkar skúla, Leirvíkar skúla, Argja skúla, og nú eri eg í Hoyvíkar skúla. Tað byrjaði við fáum tímum, so varð meir lagt afturat, og tá tað kom upp á 18 tímar, mátti eg siga stopp. Eg fekk barberað tímatalið niður í 11 tímar um vikuna, men átta tímar hevði nokk verið tað allarbesta.

- Eg vil heldur hava fasta tímatalvu við fáum tímum enn at tey ringja í tíð og ótíð eftir mær. At kunna leggja til rættis mína egnu tímatalvu, tað er sakin. Tí tá veit eg hvussu hvør dagur sær út, og tað er tað besta við lívinum, sigur Peter Sigurd Rasmussen.