”Nei, nei, nei. Tað skal vera konkret. Altso púra ítøkiligt. Annars kunnu fólk ikki fyrihalda seg”. Eg kjakaðist við ein kenning, ið eg møtti á gøtuni. ”Skalt tú veljast, mást tó lova mær okkurt”.
Umframt at eg tilluti havnaborgarum størri visioner evnir, enn bara at síggja til endan á einum 50 m hyli, so eri eg eisini ósamdur við hesum ”lova-mær- okkurt-hugtakinum”. Eg fari ikki at lova tær persónliga nakað sum helst. Tí tað kann eg ikki. Eg havi latið meg stilla upp til býráðið, tí eg vil gera nakað fyri býin. Veri eg kroystur, so ja – alla kommununa.
Eg havi eisini játtað at fara upp á stórskíggjan við Bøkjarabrekku, á eina 18 fermetra stóra elektroniska mynd. Tað var nú mest fyri at ganga mammu á møti, tí hon sigur seg einki hava sæð til mín í valstríðnum. Eg ætlaði at skriva ”Hey mamma” á myndina, men eg tordi ikki. Í staðin skrivaði eg tað, sum liggur mær nærmast: Havnin – fyrst og fremst.
Sum eg síggi avbjóðingarnar hjá einum komandi býráði, eru tær størri og meira yvirskipaðar, enn tað, at hava meiningar um einstakar vegabungur og um hvussu eitt til høvið leigað parisarahjól skal eita.
Um tú samanber Tórshavnar Býráð við eitt virkið, so er býráðið nevndin í virkinum, ið skal stinga út í kortið, hvør ið kósin skal verða. Tá kósin er sett, fer virkisleiðslan og úti við 1.700 fólk til arbeiðis í Tórshavnar kommunu eftir settu kósini. Tað er hetta, eg havi latið meg stillað upp til.
Eg havi ikki boðið meg fram sum montør av fyribilsloysnum, men hin vegin havi eg boðið meg fram at stinga út í kortið. Eg vil, eins og tú, hesum býnum væl og eg eri troyttur av at standa á síðulinjuni, meðan montørarnir av fyribilsloysnum gera seg lidnar. Teir verða ongantíð lidnir. Fyribilsloysnir eru sum kunnugt ikki nøkur varandi loysn.
Sæð í ljósinum av verandi umstøðum, skal komandi býráð m.a. taka støðu til hvønn leiklut Havnin skal hava í Føroyum, í norðurlendskum høpi, við atliti til oljuvinnu og um vit ætla at skapa okkum ein leiklut, við atliti til køkuna, sum júst nú verður býtt í Arktis. Hatta vóru bara nakrar av útvendu avbjóðingunum.
Eitt komandi býráð skal eisini steðga fólkafráflytingini. Eitt komandi býráð skal í roynd og veru loysa flestu uppgávurnar, sum tú skuldi trúð, at eitt landsstýri átti at loyst. Men sum høvuðsstaður og drívmegin í hesum lítla landinum, skal Havnin seta øll hesi tingini í verk.
Tað krevur at avbjóðingarnar verða raðfestar, fyri at loysnirnar kunnu verða haldgóðar í komandi tíðum. Tað krevur eisini, at tað er dygd og tyngd í teimum verkætlanum, ið kommunan fer undir.
Til sjeynd og seinast krevur tað, at tú skilir hví eg ikki kann lova tær persónliga nakað, sum tú kanst taka heim við til tín sjálvs og sum bara tú kanst fáa gleði av.
Nei tú. Vit skulu hugsa longri enn til næsta summarfestival. Hitt er sgu for platt.