Sum óivað fleiri vita legði sjónvarpið fyri stuttum fram ógrundaðar men ógvusligar ákærur mótvegis Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Har vóru tveir yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum drignir uppá tráð í tí trúgv, at grundarlagið undir rapporteringini hjá sjónvarpinum varð í lagi.
Men tað var tað jú ikki. Sipað varð í heilum til eina rapport frá Sundhedsstyrelsen, útkomin í 2007 undir heitinum "Styrket Akutberedskab - planlægningsgrundlag for det regionale sundhedsvæsen".
Sjálvt heitið á rapportini átti at givið ávísar illgrunar. Her verður tosað um "regionale sundhedsvæsen". Ella við øðrum orðum tær sokallaðu donsku regiónirnar.
Orsøkin til rapportina var, at fleiri kanningar bendu á, at ógvuslig miðsavnan av funktiónum førdu til eitt betri kanningar og viðgerðarúrslit. Vit tosa her um savning til stór sjúkrahús við upptøkuøki millum 200.000 - 400.000 borgarum. Altso onki fyri Føroyar!
Fyri at fáa hetta at rigga varð eisini neyðugt, at serlæknarnir ,sum høvdu vakt, ikki fóru heim um kvøldið, men arbeiddu alla náttina og høvdu so frí dagin eftir. Heldur ikki hetta hóskar seg fyri føroysk viðurskifti. So at siga allir vakthavandi yvirlæknarnir her fara sjálvandi heim at sova, tí tað er so lítið at gera á náttartíð.
Nú valdi Sjónvarp Føroya bert at spyrja serlæknar á Landssjúkrahúsinum um, hvat teir t.d. hildu um Klaksvíkar Sjúkrahús, og teir hildu seg ikki aftur. Ongin serlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi varð spurdur um nakað sum helst. Yviskriftin í sjónvarpinum hetta kvøldi varð, at Klaksvíkar Sjúkrahús ikki livdi upp til danska álitið. Við øðrum orðum frontalt álop á Klaksvíkar Sjúkrahús.
Klaksvíkar Sjúkrahús livur upp til rapport gjørd til donsku regiónirnar
Eg havi so svarað, at skuldið ein tikið danska álitið sum fyrimynd, so er tað ikki Landssjúkrahúsið, men Klaksvíkar Sjúkrahús sum livir upp til hetta álit. Í hesi rappport stendur millum annað:
6.2.3 De nære tilbud
Set i lyset af færre akutmodtagelser, varierende afstand til de akutte modtagelser og
generel lægemangel kan der - hvor særlige behov som store afstande eller lign. gør
sig gældende - oprettes nære tilbud i form af skadeklinikker betjent af læger
og/eller sygeplejersker (under lægeligt ansvar), hvor patienter med mindre og
ukomplicerede skader kan behandles. De nære tilbud kan etableres i regi af almen
praksis eller sygehusvæsenet. Oprettelsen af nære tilbud vil kunne afhjælpe problemer
ved store afstande til akutmodtagelse og skabe øget tryghed blandt befolkningen.
Og hetta er tað sum Klaksvíkar Sjúkrahús tekst við. Og Landssjúkrahúsið hevðið eisini fallið undir hesa kategori um so var at álitið var galdandi fyri Føroyar.
Klaksvíkar Sjúkrahús eitt virkið og ábyrgdarfult sjúkrahús
Sum eg fyrr havi nevnt, so vóru í 2010 samanlagt 504 sjúklingar akutt innlagdir á Klaksvíkar Sjúkrahús. Harav vóru 59 sendir víðari til Landssjúkrahúsið og 7 fóru beinleiðis til Ríkissjúkrahúsið.
Ein partur kemur als ikki inn á sjúkrahúsið. Hetta eru sjúklingar, har sum ein beinanvegin kann síggja, at teir ikki kunnu kannast og viðgerast her og sum klára ein transport. Avgerð um hesar sjúklingar verður oftast tikin av 1870, kommunulækna, ambulansa og viðhvørt forvakt á sjúkrahúsi.
Grundleggjandi kunnu vit siga, at størsti parturin av akutt innlagdum sjúklingum verða liðugt kannaðir og viðgjørdir á sjúkrahúsinum. Ein partur av sjúklingunum, sum verða innlagdir við atliti til stabilisering eru so mikið vánaligir, at teir klára ikki transport og mugu fáa innleiðandi akutta viðgerð og síðani flytast víðari til Landssjúkrahúsið ella beinleiðis av landinum.
Tað vil við øðrum orðum siga, at bert 12% av akutt innlagdum sjúklingum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verða fluttir til Landssjúkrahúsið, gott og væl 1% vóru sendir beinleiðis til Ríkissjúkrahúsið, meðan 87% av øllum akuttum innleggingum vóru endaliga kannað og viðgjørd á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hesir akutt innlagdu sjúklingarnir fáa skjóta og dygga kanning og viðgerð. Og at flyta hesar sjúklingar víðari til Landssjúkrahúsið er bert spill av tíð, og harafturat drál við lívbjargandi viðgerð. So í hesum bólkinum eru nógv mannalív bjargaði.
Mannagongdir fyri akuttum sjúklingum eru longu gjørdar fyri 2 árum síðani
Tá kommunulæknavaktin flutti úr Norðoyggjum og Eysturoy, gjørdist neyðugt við broyttum mannagongdum. Tað var ikki rímiligt, at sjúklingar av Viðareiði skuldu til Havnar at pissa í eina fløsku á náttartíð í illveðri, samstundis sum teir koyrdu framvið einum sjúkrahúsi. Upp til 90% av akuttu sjúklingunum eru í sjúkrahúsverð bagatellir, sum fáa skjóta og framkomna viðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Í hesum sambandi setti táverandi landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, gongd á, at fáa skipaði viðurskifti innan akutta móttøku á teimum 3 smáu sjúkrahúsunum í Føroyum. Tað vóru hildnir nakrir fundir í ráðnum, men síðani fór tað sum tað eigur niður til fakkunnleikan.
Yvirlæknar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi høvdu fleiri fundir við 1870/kommunulæknar, har tað at enda varð tikið samanum og leiðireglur vóru síðani settar í verk.
Tað er snøgt sagt ógjørligt at gera leiðreglur fyri alt, sum kann henda. Og fyri at reglurnar skuldu umfata so nógv sum gjørligt vóru tær orðaðar eitt sindur generelt. Fyri Klaksvíkar Sjúkrahús varð hon orðað á donskum so vikarar kundu lesa hana og síðani var tað kókað niður í 8 stuttar greinar:
Klaksvík 6. maj 2009
Arbejde i vagten (reservelæge)
1) Kommunelæge vagten for Klaksvig og dets omgivning samt Österø er lokaliseret på Landssygehuset og svarer på tel. 1870 (16.00 - 08.00).
2) Patienter som ringer direkte til Klaksvig Sygehus omstilles til vagthavende reservelæge. Denne tager stilling til om patienten kan visiteres videre til 1870, vente til en anden dag eller kan rådgives telefonisk. Om dette ikke er tilfældet skal patienten indkaldes til sygehuset for videre undersøglse og behandling.
3) Patienter som uvisiteret ankommer til sygehuset skal ses af vagthavende læge og få undersøgelse og behandling
4) Patienter som indlægges af kommunelæge vagten 1870 modtages på sygehuset til undersøgelse og evt. behandling. Det er et ønske, at disse patienter ses af 1870 før visitering.
5) Patienter som visiteres af kommunelæge vagten 1870 til Klaksvig Sygehus modtages efter direkte aftale mellem kommunelægevagten og vagthavende reservelæge på Klaksvig Sygehus.
6) Følgende patientkategori modtages sædvanligvis ikke på Klaksvig Sygehus:
Stort trauma, højenergi trauma, børn under 8 år med alvorlige medisinske sygdomme eller intoxio samt psykiatriske patienter.
7) Uklare situationer afklares i samråd. Skiftende lægebemanding på de færøske sygehuse kombineret med instabile og til tider ekstreme vejrforhold nødvendiggør ofte fleksible løsninger på aktuelle problemer efter samråd mellem inplicerede fagpersoner.
8) I de tilfælde der behandling ikke kan foregå på Klaksvig Sygehus henvises patienten videre til relevant behandlingssted. I en akut situation vil det i realiteten medføre overflyttelse til Landssygehuset eller Rigshospitalet.
AdministrationenKlaksvíkar Sjúkrahús
Leiðreglurnar vóru hongdar upp á skaðastovu, skrivstovu deildum o.s.fr. Soleiðis var trupulleikin við akuttmóttøku loystur longu fyri knøppum 2 árum síðani av Almanna- og heilsumálaráðnum og fakkunnleikanum eftir einari røð av fundum sum endaðu í greiðum niðurstøðum.
Tíðin er enn einaferð komin til at viðurkenna serligu støðu føroyska heilsuverksins
Tað er púra greitt, at eitt so lítið sjúkrahús sum Landssjúkrahúsið ikki kann liva upp til tað, sum fer fram í okkara grannalondum. Og tað vita eisini læknarnir á hinum báðum sjúkrahúsunum. So vit gerða so gott vit kunnu.
Tað eru nakrar fáar deildir á Landssjúkrahúsinum og tær flestu eru uppsamlingsdeildir har fleiri deildir liggja í einum bólki. Hetta er onki óvanligt fyri eitt lítið sjúkrahús.
Landssjúkrahúsið hevur sostatt onga veruliga skurðdeild. Tað finst heldur ikki nøkur urologisk deild (vatngreiðir hjá monnum). Ongin ortopedisk deild, ongin gynækologisk deild, ongin bróstskurðadeild, ongin plastikkirurgisk deild, ongin neurokirurgisk deild, ongin æðrakirurgisk deild o.s.fr. Og soleiðis skal tað verða. Sjúkrahúsið er lítið og verður ongantíð stórt. Tað finnast serlæknar á ávísum økjum, men ikki serdeild, og tað mugu vit liva við.
Á medisinsku síðuni er eisini uppsamlingsdeild. Ongin hjartadeild, ongin nýradeild, ongin lungadeild, ongin rheumatologisk deild, ongin deild til nýføðingar o.s.fr.
Serlæknar koma og fara
Trøini vaksa ikki inn í himmalin. Viðhvørt sendir hjarta serlæknin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sjúklingar til Landssjúkrahúsið har teir verða kannaðir av hjálparlækna uttan hjarta serlækna í bakvaktini. Skurðserlæknin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sendir skurðsjúklingar á Landssjúkrahúsið, har teir verða kannaðir og viðgjørdir av serlækna innan urologi. Landssjúkrahúsið sendir sjúklingar til Ríkissjúkrahúsið, sum í sínum lagi sendir teir upp aftur til Klaksvíkar Sjúkrahús o.s.fr.
Fortreytirnar broytast alla tíðina. Leiðireglur er ein lutur í eini javnari tilgongd. Stórur dentur eigur at verða lagdur á nøktandi útbúgving av serlæknum og minni dentur eigur at verða lagdur á, at læknar sleppa at taka part av síni serútbúgvingini í Føroyum.
Tá tað kemur til stykkið, so er tað altavgerandi, at vit hava fult útbúnar serlæknar, sum regluliga uppdatera seg. Og her hava vit ein veruligan trupulleika í Føroyum
Sendingarnar hjá sjónvarpinum styðja seg á eina rapport frá Sundhedsstyrelsen, sum ikki er galdandi fyri Føroyar
Men fyri at koma aftur til rapportina frá Sundhedsstyrelsen, so setti eg teimum ein fyrispurning viðvíkjandi, hvussu vit skuldu tulka rapportina í Føroyum og fekk sum svar, at hon als ikki var galdandi fyri Føroyar. Hon er ein partur av "Sundhedsloven", sum er ein ætlan innan serviðgerð í donsku regiónunum og ikki fyri Føroyar.
Hetta vil við øðrum orðum siga, at sendingarnar hjá sjónvarpinum styðja seg á eina danska rapport, sum als ikki er galdandi fyri Føroyar. At tey heldur ikki duga at lesa ella skilja hesa rapport, at tey síðani draga yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum uppá tráð og fáa teir at styðja teirra fatan av, at trupulleikin liggur í Klaksvík, meðan einhvør kann síggja, at hann liggur í Havn. Yvirlæknarnir í Klaksvík fáa ikki eitt bein til jørðina og verða ikki spurdir um nakað sum helst.
Eg haldi, at tað hevði tænt sjónvarpinum betri, um tey fingu sær læknaliga vegleiðing, áðrenn tey kastaðu seg inn í eina so fjølbroytta verð sum heilsuverkið.
Sundhedsstyrelsen metir tað enn einaferð neyðugt at sláa fast, at tað eru 3 smá sjúkrahús í Føroyum. Okkara uppgáva er at fáa tey at samarbeiða, heldur enn at leypa á hvønn annan.
Jákup Petersen, leiðandi yvirlækni Klaksvíkar Sjúkrahús