Tað eru alt ov nógv og greflig spor sum ræða

? Tað er nógv sum bendir á, at tær borgarligu kreftirnar í Føroyum eru farnar at brúka fullveldismálið til at styrkja seg politiskt, so at tær fáa tikið grundarlagið undan tí samhaldsfasta samfelagnum. Men vit fara aldrin at góðtaka, at tað hendir, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.

? Fullveldi ella ikki: Vit fara altíð at kenna okkara vitjanartíð, og vit fara altíð at seta okkara sjálvsøgdu krøv fram.

? Og vit fara eisini at vísa í verki, at vit hava styrki til at gera tað.

Boðskapurin frá Gunnleivi Dalsgarð, formanni í Starvsmannafelagnum til føroysku politikararnir, er púra greiður.

Eftir at hava eygleitt politisku gongdina seinastu tíðina heldur hann tað vera neyðugt at ávara føroyskar politikarar ímóti at ganga limunum í Starvsmannafelagnum ov nær

Og tað gjørdi hann so á aðalfundinum í Starvsmannafelagnum um vikuskiftið.

? Vit fara aldrin at offra okkum afturfyri at ávísar politiskar ætlanir kunnu verða settar í verk, sigur Gunnleivur Dalsgarð.


Mugu ikki fyrigykla

Starvsmannafelagið hevur altíð víst teimum týðandi samfelagsviðurskiftunum ans

Og í hesum døgum er tað ikki løgið, at tað einahelst er fullveldismálið, sum hevur stóran áhuga hjá felagnum

Men tað skilst á øllum brøgdum, at Starvsmannafelagið er heldur ivasamt um gongdina í fullveldismálinum og tað er m.a. hetta sum fær felagið at lyfta fremstafingur ímóti politikarum.

? At broytingar verða gjørdar í ríkisrættarligu støðu okkara, er bæði rætt og rímiligt og tað ásanna eisini allir politiskir flokkar.

? Men vit mugu sláa fast, at eins væl og vit fóru á heysin í ríkisfelagsskapinum, har ríkisstuðulin ikki kundi forða fyri lønarniðurskurið og reallønarfalli, kunnu vit eisini fara tað, um vit fáa fullveldi.

? Tí tað er altíð dygdin í politiska valdinum, sum er avgerandi.

Gunnleivur Dalsgarð at tað er eitt krav til politikarar, at teir eru sannir, og ikki geva fólki falskar vónir um eitt samfelag við fullveldi, eins og teir politikarar, sum vilja varðveita ríkisfelagsskapin, ikki mugu fyrigykla fólki, at ríkisstuðulin er loysnin og bjargingin í allar ævir, tí hann kann hvørva, uttan vit vilja tað, ella ikki, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.


Ivasamir um gongdina

Men annars er tað týðiligt, at Starvsmannafelagið er heldur ivasamt um gongdina.

? Tað tykist sum um tær borgarligu kreftirnar í Føroyumeru farnar at brúka fullveldismálið sum skálkaskjól til at styrkja seg politiskt.

? Avleiðingin av tí verður, at tað samhaldsfasta samfelagið verður syndrað, og tað fara vit undir ongum umstøðum at at taka undir við, tí tað fer sjálvsagt eisini at ávirka okkara viðurskifti.

Formaðurin í Starvsmannafelagið sigur, at hjá summum politikarum ber onki til hjá almennum stovnum, uttan at teir verða provatiseraðir.

? Her eru tað alt ov nógv og greflig spor sum ræða, tí tað verður ongantíð eitt sunt og gott samfelag, sum spyrst burturúr at flyta samfelagsvirðini yvir til tað privata at skalta ov valta við, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

Hinvegin hava vit ongantíð fingið at vita, hví tað partú er neyðugt at privatisera almennar stovnar.

? Verður tað gjørt, fer tað at taka grundarlagið undan tí samhaldsfasta samfelagnum.

? Og tað kunnu vit ikki góðtaka, fullveldi ella ikki, sigur Gunnleivur Dalsgarð.


Vita ov lítið

Annars leggur formaðurin í Starvsmannafelagnum dent á, at enn veit hann ov lítið um fullveldisætlanina til at hann kann siga nakað um, hvørja støðu, hann fer at taka og hvat hann annars, sum fakfelagsformaður, kanska fer at mæla sínum limum til at gera.

? Enn vita vit alt ov lítið ítøkiligt um, hvat ætlanin er. ? Men tað er púra greitt, at vit fara ikki at offra okkara rættindi fyri at fáa ávís, onnur, politisk mál ígjøgnum, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

Men fyrrenn meiri ítøkiligt er komið fram um fullveldismálið, hevur hann ongan hug til at leggja seg út í eitt orðaskifti um ríkisrættarligu støðuna.

Hann sigur, at hann fyrr hevur sóknast eftir, at tað er komið ov lítið fram um tær politisku ætlanirnar og enn er støðan óbroytt í so máta.