Tað eru málini sum telja

Týski venjarin hjá Liktinstein staðfesti, at hann hevði bara ein úrmæling á liðnum

Venjarin hjá Liktinstein, týskarin Ralf Loose, er vanur at tapa. Men eftir tapið móti Føroyum mikukvøldið duldi hann ikki, at hann var ónøgdur við, at hansara menn høvdu tapt:

? Vit høvdu greiða yvirvág í 1. hálvleiki, og eg haldi ikki, at tað hevði verið ov mikið, um vit tá vóru framman fyri við tveimum málum. Men vit hava ein stóran trupulleika. Hann er, at vit fáa ikki mál burtur úr møguleikunum.

Vart tú nøgdur við avrikið hjá tínum monnum?

? Í 1. hálvleiki høvdu vit takið á spælinum. Men ein venjari er ikki nøgdur, tá liðið ikki skorar. Í 2. hálvleiki kom tað týðuliga til sjóndar, at mínir spælarar vóru verri fyri, enn mótstøðumenninir vóru. Tað var bara ein av mínum monnum, sum skaraði framúr. Eg haldi, at liðformaðurin hjá okkum, Mario Frick, var besti maður á vølli, men ein einsamallur maður kann ikki vinna ein landsdyst.

Hvussu metir tú avrikið á einum stiga frá 0 til 10?

? Eg eri samdur við Allani Simonsen í tvey talinum. Tað eri eg, sjálvt um okkara lið hevði takið í 1. hálvleiki. Teir megnaðu ikki at spæla seg til møguleikar, sum góvu mál, og tá teir gjørdu nógv mistøk, ber ikki til at geva teimum nakað serligt fyri avrikið.