Tað eru menn

Hesir menn hava áhaldandi ført fram, at býráðið einans ætlar at gera ein sáttmála fyri hvørt arbeiðsøki sær.

 

Eisini at allir borgararnir í Tórshavnar kommunu skulu viðfarast líka. Øll hesi góðu orð eru góð og rímulig orð fyri rættar menn. Men hvat skilagott hevur kommunan so gjørt í verki til tess at liva upp til tey viðvíkjandi dagrøktarunum í Havn og í Kollafirði? Einki! Tað er heldur øvugt! Eingin reel millumgonga hevur verið. Tvørtur ímóti er hoyrt, at tær (dagrøktarmammurnar) í Havn ikki skuldu so mikið sum váða sær at tosa við dagrøktararnar í Kollafirði. Hvat er nú hetta? Rættir menn? Góðan morgun. Atkvøtt varð um samanlegging ? ikki um voldtøku og kúgan.

Júst nú fara tingingar fram við Starvsmannafelagið, har 80% av dagrøktarunum í Tórshavnar kommunu eru limir. Í Starvsmannafelagsins sáttmála fylla tær higartil, sum skilst, bert eina parantes. Men 20% av dagrøktarunum eru nýkomnir borgarar í Tórshavnar kommunu. Tær arbeiða í norðasta partinum av kommununi, Kollafirði, og høvdu sáttmála innan ársskiftið 00/01. Men teirra felag situr ikki við borðið. Tískil er týðuligt, at býráðið ætlar at gera ein sáttmála uttan um kollfirðingarnar. Tað er tí í roynd og veru blivið til, at teir júst ikki vilja viðfara øll líka. Tær hava eisini øðrvísi geografiskar fyritreytir, sáttmála- og arbeiðskor at vísa á, umframt at dagstovnar ikki eru í Kollafirði, so sum í Havnini.

Tað er eisini skammiligt av Starvsmannafelagnum, at tað ikki ger royndir at ganga Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag á møti við samstarvi. Tá varð tann eymi knúturin kanska loystur, t.d. við at loysa hetta økið frá meginsáttmálanum? Tað skuldi verið møguligt ? um viljin var. Aftan á kundu so bæði feløgini hvør í sínum lagi undirskriva tann sama sáttmálan, sum tey í semju høvdu tingast við býráðið um. Eitt úrslit við einum og sama innihaldinum, sum tó hevði fyrilit og hóskandi sundurliðing, ið kundi gjørt hann skikkaðan til ymiska tørvin í kommununi og til bæði feløgini (ella fleiri).