Umhvørvisvernd
Tá ið laksavirkið, sum letur upp í virkisbygninginum hjá gamla Polarfrost í Vági, letur upp um tríggjar vikur, verður tað samstundis eitt virki, sum hevur vakt ans uttanfyri landoddarnar.
Seliga er tað skipanin, sum virkið brúkar fyri at sleppa undan dálkingini, sum hevur hugtikið bæði fólk í vinnuni, og granskarar.
Talan er um virkið, sum felagið hjá Hera Hjelm í Vági og norska felagnum, Pan Fish, letur upp í Vági um tríggjar vikur. Talan er um eina íløgu uppá 60-70 milliónir krónur og ikki 50-60 milliónir, sum vit søgdu í leygardagsblaðnum. Eini 100 fólk fara at arbeiða á virkinum.
? Suðuroyggin er bilvin eitt stórt aliøkið og royndirnar higartil vísa, at dálkingin er lítil og ongin frá alingini, sigur Heri Hjelm.
Hann heldur eisini, at treytað av, at tamarhaldið á dálkingini verður varðveitt, er tað ein fyrimunur, at Suðuroyggin liggur so langt frá aðrari aling í Føroyum, tí so er tað sjálvsagt ikki so lætt at fáa smittandi sjúkur, sum tað hevði verið, um alingin lá tættari uppat aðrari aling í Føroyum.
Og hann sigur, at nú nýtt laksavirkið skal gerast í Vági, er tað ætlanin at gera tað, sum gerast kann fyri at sleppa undan dálking.
Heri Hjelm sigur, at tað fer ikki ein dropi at fara á sjógv í Vágsfirði frá virkinum, hvørki framleiðsluvatn ella annað frárensluvatn, td. blóðvatn.
Hann sigur, at ætlanin er at gagnnýta innvølir og slógv við at vinna lýsi burturúr tí. Tey turrevni, sum so verða eftir, verða fryst og seld sum djórafóður.
Framleiðsluvatnið t.d. blóðvatn, verður veitt í skiftitangar, har bakteriudrepandi evni verða sett til. Tá ið bakteriurnar eru dripnar, verður vatnið pumpa í Vesturhavið við kloakskipanini hjá kommununi. Har er brimpláss og streymasjógvur og tað liggur langt frá allari aðrari aling í Føroyum.
? Við at pumpa vatnið út á opið hav, er sera lítið sannlíki fyri at tær bakteriur, sum skuldi verið eftir, fara at vera nakar sum heldt vandi fyri alingina, sigur Heri Hjelm.
?Hetta verður at kalla sama skipan, sum vit høvdu á Vatnsnesi, tí tað er einasta smoltstøð, har onki rennur út í nakað aliøki.
Hann sigur, at hendan loysnin at avmarka dálkingina hevur vakt ans uttanlands.
? Eini ráðstevnu, sum varð her í summar, sóu útlendskir granskarar tekningar av ætlanini og teir hildu hetta verða eina so góða skipan, at teir fóru at kalla hetta fyri ?Vágsloysnina?.