Al-Aqsa er ein felagsskapur, sum hevur sín uppruna í Fatah-rørsluni hjá Yasser Arafat. Felagsskapurin hevur seinastu tíðina skipað fyri fleiri atsóknum at málum í Ísrael og ísraelskum hermonnum, og tað fekk í februar amerikanska verjumálaráðið at seta felagsskapin á listan yvir altjóða yvirgangsfelagsskapir. Hann er tann fyrsti palestinski felagsskapurin, sum er komin á hendan listan, síðani palestinski uppreisturin byrjaði fyri hálvum øðrum ári síðani.
Amerikanska avgerðin hevur ikki havt stórvegis ávirkan á leiðsluna í Al-Aqsa, sum tvørturímóti hevur boðað frá, at hon tekur tað sum ein heiður, at felagsskapurin er komin á svartalista hjá USA.
Yasser Arafat og teir palestinsku sjálvsstýrismyndugleikarnir hava ferð eftir ferð kravt, at Al-Aqsa skal gevast við sínum atsóknum at sivilum ísraelsmonnum, men tí hevur leiðslan sýtt fyri.
- Tað finnast eingi sivilfólk í ísraelska samfelagnum, segði politiski leiðarin í Al-Aqsa, Naser Badawi, við New York Times í gjár.
Kapping við Hamas
Al-Aqsa varð stovnaður á sumri í 2001, og stigtakararnir vóru menn, sum hildu, at Arafat var ov veikur. Tað vísti seg, at nógvir palestinar tóku undir við hesum sjónarmiði, og tí fekk felagsskapurin eftir stuttari tíð nógvar limir bæði á Vestara Áarbakka og í Gaza-geiranum.
Síðsta heyst boðaði felagsskapurin frá, at hann fór bert at søkja at ísraelskum hermonnum og jødiskum niðursetumonnum, men í januar broytti felagsskapurin kós, tá tað gjørdist greitt, at ein annar felagsskapur, Hamas, fekk størri og størri undirtøku eftir at hava skipað fyri sjálvmorðsatsóknum í Ísrael. Tí valdi Al-Aqsa at gera tað sama.
Al-Aqsa hevur skipað fyri fleiri sjálvmorðsatsóknum í Ísrael seinastu mánaðarnar. M.a. skipaði felagsskapurin fyri einari atsókn í Jerusalem, sum kostaði níggju ísraelsmonnum lívið tann 2. mars.