Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
2. partur
Um rehabilitering og rúmligan arbeiðsmarknað
Eitt av raðfestu økjunum á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007 er rehabilitering og rúmligur arbeiðsmarknaður.
Rehabilitering
Rehabilitering snýr seg um, at fólk sum av sjúku ella skaðatilburði hava mist sín arbeiðsførleika, skjótast gjørligt eftir, at tey eru útskrivað av sjúkahúsinum, skulu fáa neyðuga uppafturvenjing. Endamálið er at tey skulu kunnu koma fyri seg aftur sum skjótast og endurvinna sín arbeiðsførleika og virkisførleika annars. Henda uppafturvenjingin kann so verða fyri styttri tíð, tá tað gongst væl, ella viðvarandi, tá tað ikki gerst meir enn at viðlíkahalda ein ávísan avmarkaðan virkisførleika. Endamálið er sum sagt at man í mest møguligan mun skal verða førur fyri at klára seg sjálvan.
Í Føroyum er støðan tann syndarliga, at eftir at fólk eru útskrivað av sjúkahúsið er ongin skipað rehabilitering, sum tekur við. Hetta mugu fólk sjálvi berja seg til á ymiskan hátt, og tað kann viðføra at man kemur alt ov seint til uppafturvenjing og tí kanska ikki kemur so væl fyri seg aftur, sum man annars kundi.
Tí er nú gjørt av at fara undir eina verkætlan um at gera eina rehabiliteringsskipan fyri Føroyar. Á fíggjarlógini verða pengar settir av til ein verkætlanarbólk við løntum samskipara, sum nú fer ígongd við at gera eitt uppskot til eina skipan, sum skal verða klárt í apríl komandi ár. Ætlanin er at tey bæði smærri sjúkrahúsini, Suðuroyar og Klaksvíkar sjúkrahús, skulu vera miðstøðir í eina landsfevnandi rehabiliteringsskipan. Uppskotið skal útgreina, hvørji tilboð brúk er fyri, hvussu tey skulu skipast, hvørjar starvsfólkaressursir krevjast og hvørjir fasilitetir krevjast og møguligar íløgur í nýggjar fasilitetir - bæði til uppafturvenjingina og til at hýsa sjúklingunum á staðnum, meðan hetta fer fram.
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Rúmligur arbeiðsmarknaður snýr seg um, at fólk við skerdum førleika skulu kunna gerast partur av vanliga arbeiðsmarknaðinum, har til ber. Til tess eru gjørdar almennar skipanir við endurbúgving og vardum størvum, sum arbeiðsmarknaðardeildin á Almannastovuni skipar fyri. Hóast hesar skipanir er tað ein sannroynd, at tað er torført hjá førleikaskerdum fólki at koma á og varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Tað er eisini ein sannroynd, at fólk mangan sleppa ikki upp í part longur, tá ið tey fáa brek ella sjúku seinni í lívinum.
Fyri at bøta um hesi viðurskifti er neyðugt at seta munagóð tiltøk í verk. Tí verða pengar settir av á fíggjarlógini til eina munandi styrking av arbeiðsmarknaðardeildini á Almannastovuni, sum skal vera karmur um ein serligan innsats fyri at útvega arbeiðstilboð, so fleiri fólk við skerdum førleika kunnu koma á arbeiðsmarknaðin og í lønandi vinnu.
Lægsta fyritíðarpensjón skal takast av eftir 2 árum
Umframt at útvega fleiri arbeiðstilboð skal eisini tilskundanin til lønandi vinnu betrast við at lækka mótrokningina í pensjónini av aðrari inntøku úr 60% niður í 30%. Og frá 1. jan. 2007 skal inntøkuloftið hjá lægstu fyritíðarpensjonistum setast munandi upp.
Við hesum politisku tiltøkum vera skaptar fyritreytir fyri at lægsta fyritíðarpensjón verður tikin av 1. jan. 2009. Hetta kann gerast í tveimum stigum, so at longu 1. jan. 2008 verður lægsta fyritíðarpensjón hækka, so at bara helvtin verður eftir av muninum upp til miðal fyritíðarpensjón, og 1. jan. 2009 verður allur munurin upp til miðal fyritíðarpensjón tikin burtur, so at tá hvørvur lægsta fyritíðarpensjón og eftir verða bert miðal og hægsta fyritíðarpensjón.
Nýggj verkstaðartilboð í vardum umhvørvi
Tað fara tó altíð at verða fólk við skerdum førleika, sum ikki kunnu átaka sær arbeiði á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Tí er neyðugt við vardum verkstaðum. Á fíggjarlógaruppskotinum verða tí settir pengar av til at skipa 2 nýggj verkstaðartilboð. Annað er ein stór verkætlan hjá ALV um at skipa ein nýggjan framleiðsluverkstað fyri sinnisveik í Eysturoynni. Og hitt fer Blindafelagið at standa fyri sum eitt verkstaðartilboð til seinment sjónveik.